Skriva út

Bil í Christianskirkjuna

09.03.2012 Tíðindi
Bil í Christianskirkjuna

Sum nakað nýtt verður nú gjørligt at biðja um bil í Christianskirkjuna. Hetta er sett í verk, eftir at ynski er komið frá kirkjufólkinum í Klaksvík. Veðrið er ikki altíð til vildar her á landi, og øll eru ikki líka væl gongd, kirkjuráðið í Klaksvík ynskir ikki at hetta skal vera nøkur forðing fyri at koma í Christianskirkjuna. Tað er skipað á tann hátt; at um ringt verður til Christianskirkjuna á telefon 455770 eftir kl.10.30 sunnumorgun fáa kirkjutænararnir fatur á bili, sum koyrir til dyrnar hjá tí, ið ynskir bil. Vónandi halda fólk, sum hava tørv á bili, seg ikki aftur at gera nýtslu av hesum tilboði.