Skriva út

Bið og skjót!

17.12.2022 Tíðindi
Armgarð Arge hevur skriva dagsins klummu

Vit liva í eini broytingartíð. Mítt ættarlið, sum hevur hoyrt foreldur tosað um kríggj og hvussu gott  og sivilserað lívið nú er vorðið, má broyta hugburð.

Í dag hava vit mannarættindardagar, børn eru vard av lóggávu og vit mugu ikki hava ólátaðan málburð. Vit ansa okkum fyri at nema og nerta og fáa at vita, at vit skulu kenna okkara mørk og mørkini hjá hinum.

Í koronutíðini lærdu vit av sonnum, hvør næstin var og hvørjum eg eri næsti hjá.

Í okkara degi og lívi hava vit kent okkum trygg, tí vit hava tikið burtur og forboðið øllum, sum vit ikki ikki halda er mansømiligt, og eru so farin eisini at vanda okkum um hvat vit siga, skriva og hugsa. Vit kenna øðrvísi ábyrgd fyri okkara djórum og fyri allari náttúruni, tí vit eiga hana øll. Vit eru samhaldsføst. Vit hugsa um stuttfluttan mat og um avocado, sum er yndismaturin hjá so mongum, men hon brúkar eina rúgvu av vatni fyri at vaksa, so hon fer á svartalista, tí vit mugu hugsa um klimavinarligan mat.

Og so brast kríggj á í Europa, og vit fingu annað ella meiri at hugsa um. Tvørrandi orku, dýrari prísir, grátandi børn, sum verða bumbaði, kvinnur sum føða, verða álopnar, ungmenni fáa byrsu í hond og gamlamenni verða skumpað.

Vit hyggja og lurta við vantrúgv eftir hesum tíðindum, tí tað sýnist so óveruligt, men tað er har. Nato, landamørk, verja og radarar eru brádliga orð, sum vit hoyra dagliga.

Alt er broytt og broytist uppá onga tíð, heimsmynd, virði, orð og háttarlag.

Og nú broytast dagar í okkara kalendara við. Tað, sum var, er ikki meira. Allir okkara frídagar í árinum eru kristnir dagar, sum vit eru glað fyri, men nú skal gamli dýribiðidagur burtur.
Hesin dagur, sum stavar aftur frá 1600 talinum, tá fleiri mishalgidagar vóru savnaðir í ein og sama dag. Men hann skal burtur, sigur nýggja stjórnin í Danmark, tí tað, sum tey vinna uppá at fólk arbeiða henda dag, skal brúkast uppá vápn og hermegi.

Vit liva annars í eini tíð, har vit keypa okkum fátøk í Brinkmann bókum um at fara niður í tíð, anda rætt og miðsavna okkum. Har vit rópa til ytstu mørk jarðarinnar og vóna at fáa svar, tí vit eru spirituell, sum vit siga í dag.
Vit knógva undir diagnosum og strongd og royna hetta og hatta fyri at fáa ein lætta. Og ja, vit hava ein dýrabiðidag, so hví hava vit ikki “hipað” henda dagin, hava vit ligið sjóvarfallið av ongum, ikki kent okkara vitjunartíð og ikki virðismett henda dag, so hann av sonnum varð ein eksklusivur biðidagur, har vit hvør í sínum lagi fóru í sauna, svóvu leingi, fóru í kirkju, ótu músli og bláber, lósu, runnu, djúphugsaðu ella ikki, vóru saman ella ikki, gáaðu um lívsins stóru spurningar ella fíggjarstøðuna, stuttflutt ella ikki.

Vit hoyra so nógv í dag um eginumsorgan og góða sálarheilsu, so er dýribiðidagur ikki skræddaraseymaður til hetta høpi? Danir avtaka hann eftir øllum at døma, men vit eiga hann enn og hava møguleika at gagnnýta hann til fulnar.

Vit nærkast jólum, har vit tosa um lítla barnið, sum lat seg føða sum verjuleyst barn, og sum fór á føtur og segði “ikki við vápnum ella hermegi, men bert við mínum orðum”.

Sanniliga “alt er endnu i sin vorden” og vit hava brúk fyri at hoyra um góðsku, ljós og frið, nú vit dagliga síggja óndskapin so týðiligt.

Og hvør veit, kanska kemur dagur, har kravt verður av okkum oyggjabúgvum at vera samhaldsføst og ofra ólavsøkuaftan ella annan páskadag, tí peningur trýtur?