Skriva út
Bíbliunevndin
30.05.2012 Tíðindi

Biskupur hevur sett eina bíbliunevnd, ið skal leggja lunnar undir eitt føroyskt bíbliufelag eftir altjóða leisti. Tað merkir í stuttum eitt tvørkirkjuligt bíbliufelag, har allar kristnar kirkjur og samkomur hava innivist og samstarva.
Bíbliunevndin arbeiðir sjálvstøðugt og hevur sjálvræði at virka, soleiðis sum nevndin metir skilabest. Bíblian er heimsins besta bók og grundarlagið undir læru og lívi teirra kristnu. Tess vegna fer Bíbliunevndin at skapa Bíbliuni virðilig kor. Á skránni er eisini yvirtøka av ognarrættinum til Bíbliuna hjá Dahl / Viderø.
Andin ímillum tær kristnu kirkjurnar og samkomurnar í Føroyum er góður. Einans føgur orð og ein jaligur tóni. Málið er ikki at vera eins, men at vera eitt í Kristi. Tað er so nógv, ið bindur saman, og frávikini eru ikki nøkur hóttan móti einleikanum. Kristus er í fokus, hann og verk hansara í lívi, deyða og uppreisn.
Nevndin er mannað við sjey limum : Dánial á Dul Jacobsen umboðar hvítusunnusamkomurnar. Ole Jacob Nielsen umboðar katólsku kirkjuna. Pauli Høj umboðar ta karismatisku rørsluna. Jenny Lydersen, Øssur Kjølbro, Uni Næs og Bergur Debes Joensen umboða fólkakirkjuna.
Nevndin hevur skipað seg við Bergi Debes Joensen sum formanni. Dánial á Dul Jacobsen er næstformaður.
Vit ynskja nevndini góðan byr og Harrans ríku signing.
JF.
Onnur tíðindi