Skriva út

Bíblian – sum ein heild

22.05.2012 Tíðindi
Bíblian – sum ein heild

-          Skeiðið var stutt, men ógvuliga gevandi!

-          Vit hava lært ein heilan hóp!


-
          Hetta var ein eye-opener til víðari bíbliulestur!


-
          Nú fati eg Bíbliuna sum eina heild!


-
        Eg fekk nógv at vita, sum eg ikki visti áðrenn!

-          Og fyrst nú skilji eg munin á teimum fýra evangeli’unum!

Soleiðis tóku nakrir av luttakarunum til, tá Teologisk Pædagogisk Center bjóðaði til skeið, við denti á innihaldið í Bíbliuni.

Saman við Felagnum fyri kirkjuráðslimir og Prestafelagi Føroya varð hetta skeiðið skipað sum eitt dagsskeið leygardagin 12. mai.

Fleiri áhugaverd evni vórðu tikin fram fyri teimum 25 luttakarunum, ið høvdu ymiska bakgrund: Fleiri vóru deknar, fleiri vóru limir í einum kirkjuráði, men onnur høvdu aðrar kirkjuligar fortreytir. Og sum skilst omanfyri, vóru luttakararnir sera fegnir um undirvísingina og ikki minst undirvísararnar.

Undirvísarar vóru tær báðar Gertrud Yde Iversen og Kirsten Nielsen úr Danmark, og tær fegnaðust um møguleikan at koma til Føroyar at undirvísa.

Tær plaga at halda líknandi skeið í donskum stiftum, men Teologisk Pædagogisk Center valdi hesaferð at koma hendan vegin at skipa fyri hesum skeiðinum í Hoyvíkar kirkju, og eitt fyri prestum í Vesturkirkjuni.

Teirra ynski er at varðveita sambandið við Føroyar, hóast vit hava yvirtikið fólkakirkjuna.

Samanborið við talið av luttakarum við líknandi skeið í Danmark, var okkara á leið tað sama, sum vanligt er har niðri, søgdu tær.
Enn er ikki greitt, um eitt líknandi skeið verður aftur eina aðru ferð. Men næsta ár eru 200 ár liðin síðan Søren Kierkegaard varð borin í heim, og ætlanin er at gera okkurt burtur úr tí.

Orð/mynd: SB