Skriva út

Barnavinarligar gudstænastur

23.11.2008 Tíðindi
Barnavinarligar gudstænastur

Dentur verður lagdur á at skapa eitt barnavinarligt umhvørvi til føroysku gudstænasturnar í Samuelskirkjuni. Nógvar føroyskar barnafamiljur búgva nevniliga niðri og tað ger tað lættari hjá júst hesum familjunum at koma til føroyskar gudstænastur.

Nógvar føroyskar barnafamiljur búgva niðri í Danmark. Tað er ikki altíð lætt hjá hesum familjum at koma umkring til tey ymisku tiltøkini. Hetta er ein av grundunum til, at føroyska arbeiðið í Samuelskirkjuni leggur dent á at skapa eitt barnavinarligt umhvørvi.

Ein av hesum barnafamiljunum er Heidi Waagstein Rasmussen og fimm ára gamli sonurin Lukas, sum javnan eru komin til føroysku gudstænasturnar síðani í summar. Heidi er fysioterapeut og hevur búð niðri í tíggju ár.

- Tað er gott at kenna, at tað er í lagi at hava børn við til gudstænastu, hóast tað ikki altíð er so lætt hjá teimum at sita friðarlig alla tíðina. Møguleiki er eisini at seta seg í rúmið við síðunar av, har tað eru leikur til tey smáðu, alt meðan ein kann síggja gudstænastuna í sjónvarpinum. Síðan er kaffi niðri í kryptini, har tað eru fínir møguleikar hjá børnum at spæla, so teimum ikki nýtist at troyttast, alt meðan tey vaksnu tosa, sigur Heidi.

- Persónliga havi eg haft stóra gleði av føroyska arbeiðinum í Samuelskirkjuni. Til dømis er prestur altíð klárur at svara spurningum, sum eventuelt skuldu stungið seg upp í samband við prædikuna. Eg haldi, at hetta økir um ta andaligu føði, sum kann liggja í prædikuni. Eisini er ein smáflokkur byrjaður, har ein kann koma, sum ein er. Pláss er eisini fyri at taka børnini við har. Her kann ein tosa um alt tað, sum liggur og frustrerar í gerandisdegnum. Tað er fantastiskt, at kirkjan er annað enn einvegis kommunikatión sunnumorgun, men at kirkjan nevniliga gevur "rúm" fyri, at eg kann fáa vent nøkrum av teimum mongu avbjóðingum, mín gerandisdagur inniheldur, sigur Heidi.


Heidi hevði ynskt, at tað var ein sunnudagsskúli í Samuelskirkjuni, men er takksom fyri eina kirkju, ið roynir at møta teimum menniskjansligu tørvunum, sum fólk í 2008 hava brúk fyri. Sjálv sigur hon, at hon hevur fingið eitt nýtt bílæt av, hvat ið ein kirkja er, og hetta bílætið er positivari í dag, enn tað var fyri fleiri árum síðani.