Skriva út

Barnagudstænastan í Argja kirkju

27.08.2010 Tíðindi
Barnagudstænastan í Argja kirkju


Barnagudstænasta var í Argja kirkju 12. sunnudag eftir trinitatis. Sum vanligt vóru nógv møtt upp, bæði einstaklingar, pør og familjur við børnum.
Tað er siður í Argja kirkju at hava eina barnagudstænastu, tá ið sunnudagsskúlin byrjar aftur eftir summarfrítíðina. Soleiðis var eisini í ár. Barnagudstænasturnar í Argja kirkju verða væl vitjaðar, sum tað nokk eisini man vera í øllum øðrum kirkjum, tá ið tað er barnagudstænasta.
Talan var stórt sæð um eina vanliga gudstænastu, men við nøkrum innsløgum, sum vóru meira ætlað til børn og ung. Eingin sálmur varð sungin beint fyri prædikuna, men børnini, sum vóru møtt upp, fingu møguleikan at syngja nakrar sunnudagsskúlasangir. Tað vóru summi, sum tordu væl upp í kór at syngja, meðan onnur valdu at sita eftir, men tey sungu so sanniliga við. Góður sangur frá børnunum.
Í tekstinum til henda dagin vóru millum annað Jesu orð um Jónas profet. Tí passaði tað væl at leggja dent á Jónas og hvalin. Ein spurningur til børnini var: “Kann nakar búgva í einum hvali?” Svarið var sjálvandi: “Nei!” og børnini høvdu nógv at siga til hesa gudstænastuna, og vóru ikki smæðin við at svara, tá ið prestur setti onkrar spurningar. Myndirnar á vegginum hjálptu sjálvandi. Seinni svaraðu tey: “Ja!” til sama spurning, eftir at sagt hevði verið frá søguni um Jónas, søguni um Jesus og søguni um okkum menniskju.
Eftir gudstænastuna vóru fleiri eftir til kirkjukaffi. Nú var tað møguleiki hjá børnunum at fáa sær saft og okkurt afturvið, meðan vit eldru fingu okkum kaffi og kaku. Børnini spældu, meðan hini sótu við borðini aftast í kirkjuni og prátaðu.
Síðani fóru øll heim til sín sjálvs og ein góð barnagudstænasta var komin at enda. Inntil næstu ferð er bara at siga: “Takk fyri hesa ferð! Guds signing!”

Orð: Derhard Jógvansson. Mynd: Jonhard Jógvansson.