Skriva út

Axel Tórgarð 100 ár

31.03.2023 Tíðindi

Undir gudstænastuni seinasta sunnudag 26. mars, Boðanardag Mariu, hugleiddi Uni Næs, dómpróstur um nøkur av teimum kirkjuligu avrikunum hjá Axeli Tórgarð.

Í dag, 31. mars 2023, hevði Axel Tórgarð fylt 100 ár

Valdir vórðu sálmar, ið Axel Tórgarð hevur yrkt og týtt, og tekstir, ið Axel Tórgarð hevur skrivað og týtt. Kór sang tveir sálmar í týðing hjá Axeli Tórgarð

Sálmar: 546, 247, 183 – 672, 353, 165, 211

Tekstir: Úr ymiskum bókum hjá Axeli Tórgarð.

Axel Tórgarð 1923-2023

Tá ið vit í dag steðga á at minnast, at Axel Tórgarð hevði verið 100 ár 31. mars, er tað tí, at vit vilja varpað ljós á tað stóra arbeiðið, ið Axel Tórgarð hevur gjørt, tá ið talan er um at skriva og at týða tekstir bæði í bundnum og óbundnum máli til brúks í kirkju okkara.

Axel Tórgarð var eisini virkin á øðrum økjum, tá ið talan er um annað skrivligt arbeiði, sum eisini hevur ríkað mál og mentan okkara. Tað lata vit liggja hesa løtuna.

Í dag lesa vit nakrar tekstir úr bókum, ið Axel Tórgarð hevur skrivað og týtt.

Vit hava higartil í gudstænastuni nortið við nakrar tættir:

Bønin ella kollektin frá altarinum var bønin hjá Manasse.

Henda bønin er at lesa í Apokrýfunum.

Hetta er stytsta ritið ella bókin í Apokrýfunum. Tær eru 11 í tali.

Tá ið vit umrøða Bíbliuna, ta Heilagu skriftina, nevna vit serliga tvey sløg av skriftum. Tað er tær kanónisku og tær apokrýfisku.

Um hesar bøkur skrivar Axel Tórgarð:

Kanóniskar bøkur eru tær, sum av øllum kristnum kirkjum og samkomum eru viðurkendar sum rættar heilagar bøkur, og sum eru rætta grundarlagið undir kristnari læru og trúgv.

Apokrýfiskar bøkur eru tær, sum ikki eru mettar so heilagar, og tí heldur ikki eru við í øllum bíbliuútgávum. Apokryptos merkir á grikskum máli fjaldur ella loyniligur.

Luther tekur apokrýfurnar við í sína bíbliutýðing, og Luther sigur, at tær eru “góðar og gagnligar at lesa.”

Sum kunnugt hava vit tvær bíbliutýðingar í Føroyum: Hjá J. Dahl og hjá V. Danielsen. Hvørgin teirra hevur týtt apokrýfurnar. Men tað hevur Axel Tórgarð gjørt, so vit kunnu av sonnum siga, at Axel Tórgarð eisini hevur verið bíbliutýðari. Apokrýfurnar komu út í bók í 1990.

Bønin hjá Manasse er ein sálmur, sum við syndajáttan og angri skal siga frá, at Manasse kongur – frekasti skurðgudadýrkarin í Júda ríki – vendi um og iðraði seg um syndir sínar. Bønin er skrivað á grikskum helst stutt eftir føðing Krists.

Síðani las Rúna í Skála úr Tobits bók. Tóbits bók er søgan um tann gudrøkna Jødan Tobit í Ninive og son hansara Tobias.

Eingilin Rafael hjálpir teimum í ymiskum neyðum, og bókin er eitt dømi um tað gudrikna lívið Jødar í útlegd átti at leggja dent á. Nógv bendir á, at bókin er upprunaliga skrivað á hebráiskum ella árameiskum máli.

Síðani hoyrdu vit Marius Rein lesa eitt brot – ein morgunlestur – úr bókini “Orðið er tær nær”, sum er eitt savn av lestrum, ið hava verið lisnir í útvarpinum, tá ið morgunlestur hevur verið. Bókin kom út í 1992.

Til seinast las Høgni Joensen brot úr bókunum “Dagar og nøvn í álmanakkanum”, sum kom út í 1994 og úr bókini “Morgunlestrar”, ið kom út í 1987.

Tann fyrra bókin er ein frágreiðing um allar dagar í árinum, har hvør hevur sítt heitið, og hin seinna er eitt savn av morgunlestrum til hvønn dag í árinum, ið hava verið lisnir í Útvarpi Føroya.

Axel Tórgarð var eisini ein av høvðuspersónunum at leggja sálmabókina til rættis, ið kom út í 1990, Sálmabók Føroya kirkju.

Í 2022 kom bókin “Verði ljós”, sum er eitt savn av morgunlestrum úr Gamla Testamenti, sum eisini eru lisnir í Útvarpi Føroya.

Sálmarnir, vit syngja í dag, sum Axel Tórgarð antin hevur yrkt ella týtt, standa allir í Sálmabókini og nakrir eru eisini at finna í Sálmabókaruppískoytinum.

Vit løgdu fyri í gudstænastuni í dag við kenda sálminum hjá Jacob Knudsen: Sí, úr havi rísur. Hetta man vera ein av kendastu sálmunum í donsku sálmabókini.

Axel Tórgarð hevur 12 týðingar av sálmum í Sálmabókini og ein yrktan, og seks týddar sálmar í Sálmabókaruppískoytinum. Í dag syngja vit seks sálmar í týðingum hjá Axeli Tórgarð, og kórið undir leiðslu av urguleikaranum Leif Hansen, syngur tveir – nr. 683 og 680.

Nú skal henda løtan, vit minnast Axel Tórgarð, ikki vera ein greining ella lýsing av kristiliga skaldskapinum hjá AT – tað er avgjørt ein áhugaverd uppgáva – men eg hugsaði at nevna nøkur eyðkenni, sum eg havi lagt merki til, tá ið eg havi lisið nakrar av tekstunum í bókunum og sálmunum hjá Axeli Tórgarð.

Eg hugsi um sambandið millum tað kristiliga ella andliga og tað dagliga – hetta, at duga at taka til í álvara og gaman.

Hetta var nakað, ið eyðkendi Axel Tórgarð. Vaksin upp í tí gomlu føroysku mentanini, dugdi hann at brúka hetta tilfarið í tí hann skrivaði og prædikaði.

Í morgunlestrinum 1. januar, (Morgunlestrar) hugleiðir Axel Tórgarð um orðini: Í fyrstuni skapaði Guð himmalin og jørðina.

Hann tekur soleiðis til:”Við boðunum um skapanina verður sagt okkum, at hjá Gudi í upphavi byrjar tilvera okkara. Tað er millum annað tað sama, sum mæta skald okkara Janus Djurhuus sigur í tiltiknu yrking síni um Móses á Sinai fjalli: “Tá settist mark ímillum var og er.”

Í sama andadrátti, tó í aðrari bók við stuttlestrum (Orðið er tær nær) endurgevur, Axel Tórgarð nøkur orð hjá Ejvindi Berggrav, kendur norskur biskupur: Í fyrstuni var orðið – men so komu gudfrøðingarnir, og fólk skiltu tað ikki!

Ikki kunnu vit siga, at vit ikki skiltu Axel Tórgarð – í prædiku, skrift og talu.

Væl lá fyri at taka til, sum t.d. í einum lestri, har hann sigur, “at lívið hjá teimum trúgvandi er bíblian hjá teimum vantrúgvandi”, ella aðrastaðni um nýggja prestin, sum vildi vita, hvat fólki dámdi prædiku hansara. “Ájú” skuldi hesin siga, “prædikan var góð, men mær tykir, hon var heldur stutt.” Tá skuldi presturin svara aftur: “Legg tú einki í tað, tí at eg haldi fram næsta sunnudag.”

Og tað var júst tað, sum AT gjørdi sunnudag eftir sunnudag frá hesum prædikustóli í mong ár.

Axel Tórgarð fekk teologiskt embætisprógv í 1954. Hann var sóknarprestur í suðurstreymoyar prestagjaldi 1954-1957. Í 1957 gjørdist hann fyrsti stjóri í nýstovnaða Útvarpi Føroya. Árini 1960-1979 vóru Axel Tórgarð og konan Margretha prestafólk í norðstreymoyar prestagjaldi. Í 1979 komu tey aftur til Havnar, og gjørdist hann sóknarprestur í suðurstreymoyar eystara prestagjaldi til hann fór frá í 1989. Axel Tórgarð doyði í 2011.

Í yngri árum var Axel Tórgarð virkin í KFUM í Havn og í skótarørsluni. Saman við øðrum var hann ein av stovnarunum av smáskótunum hjá KFUM fyri júst 70 árum síðani.

Tveir av sálmunum, vit syngja í dag, hava Petter Dass og N.F.S Grundtvig yrkt.

Hjá Petter Dass ljóða orðini soleiðis, nr. 183:

Guðs krossur kraft til frelsu ber,/hvar leiðirnar so liggja,/ ja, øllum undir himni er,/ sum lond og ríki byggja./ Til Guðs at fara er nú frítt,/ Guðs sonur dýri droyri blítt/ tær dyr upp latið hevur./ Tak tú í trúnni við tí væl,/ í oyrum tínum ljóða skal:/ Tær Jesus fyrigevur.

Hjá Grundtvig ljóða orðini soleiðis, nr. 211:

Páskablóma! Megin sterk/ er í tínum gula horni,/ og sum við eitt undurverk/ lekist eg á páskamorgni./ Morgunsól og fuglamál/ drakk eg mær úr tíni skál;/ deyðir vakna, eg man skoða/ teir í páskamorgunroða.

Hesi bæði sálmaversini eru í tráð við dagsins tekst um boðanardag Mariu, tá ið yrkt verður, .... at Guðs sonur okkum dyr hevur latið upp .... og at deyðir vakna, eg man skoða/ teir í páskamorgunroða.

Hetta er gleðiligi boðskapurin boðanardag Mariu, tí stórverk hevur Guð gjørt, hin alvaldi. Og heilagt er navn hansara. Og miskunn hansara varir ætt eftir ætt hjá teimum, sum óttast hann.

Tí kunnu vit eisini á hesum degi fegnast, at Guð hevur vitjað fólk sítt og á undurfullan hátt opinberað seg við Jesusi Kristi.

Hetta er boðskapurin, ið vit hava hoyrt ígjøgnum tíðirnar, og sum okkara tíð eisini hevur tikið eftir teimum, ið undan okkum hava prædikað henda sama boðskap, og sum vit eru teimum takksom fyri.

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinigur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir!

Várs Harra Jesu Krists friður veri hjá okkum allar ævir! Guð troysti øll tey, sum sjúk og sorgarbundin eru, annaðhvørt tey eru nær ella fjar! Guð varðveiti kristni sína og alla kristna yvirvøld! Guð gevi okkum øllum frið og sælu! Amen.

Latum okkum reisast og áðrenn apostólsku heilsanina minnast Axel Tórgarð við tøkk og virðing.

Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við okkum øllum. Amen.

Uni Næs