Avloysari til tænastuna sum prestur í Sjóvar prestagjaldi

Vegna lestrarfarloyvi verður søkt eftir avloysara til tænastuna sum prestur í Sjóvar prestagjaldi.
Talan er um tíðarskeiðið 10. januar – 10. mai 2024.
Í prestagjaldinum eru 4 kirkjusóknir: Selatraðar, Sjóvar, Skála og Oyndarfjarðar kirkjusókn.
Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð t.d. gudstænasta og andakt á ellis- og røktarheimi, stovnum og býlum. Hesi støð eru í samráð við avvarðandi myndugleikar ein natúrligur partur av yrki prestsins.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.
Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda saman við umsóknini váttan frá pastoralseminarium. Harafturat mega kandidatar, ið ikki er prestvígdir, hava lokið biskupspróvtøkuna innan 10. januar 2024.
Løn- og setanarviðurskiftir
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir á stigi 28,1 – 36,1.
Eingin tænastubústaður er til embætið, og viðurlag verður ikki latið fyri tvørrandi bústað.
Umsóknarfreist
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 3. oktober 2023 kl.12.00.
Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO-100 Tórshavn ella stift@kirkjan.fo
Eru fyrispurningar ella ivamál, ert tú vælkomin at skriva til biskupin: jf@folkakirkjan.fo.