Skriva út
At síggja við hjartanum
31.10.2011 Tíðindi

"Í menniskjum góður tokki” sá dagsins ljós á sumri ella heysti 2010. Tað var Annlis Bjarkhamar, ið tók stig til at veita treingjandi eina jólahjálp. Av sonnum kann sigast, at átakið fekk fólksliga móttøku. Fyritøkur, felagsskapir, kirkjur og samkomur stóðu saman um okkara landsmenn, sum høvdu tørv á hjálp.
Vit gleðast um átakið. Tað var av stórum týdningi, at vit stóðu so væl saman. Gleðin eigur ikki at nýta stór orð, tí vit skulu ikki marknaðarføra okkum sjálvi. Hinvegin er tað ikki rætt at vera so høvisk og afturhaldandi, at vit ikki hava dirvi at tosa. Um eingin sigur nakað, er vandi fyri, at hjálpin verður avmarkað.
1.241 børn, ung og vaksin fingu seinastu jól ágóðan av átakinum. Vóru tað so mong fólk í Føroyum, sum onkursvegna høvdu tørv á hjálp? Í øllum førum vóru tey so illa fyri, at tey ikki rukku markið, ið vit meta sum føroyskan standard. Onkur var beinleiðis fátækur, og tað búgva fátøk fólk í Føroyum!
Tað, sum vit eisini fegnast um við atliti at hesi hjálpini, er, at opinleiki valdar um átakið. Nevndin hevur gjørt eitt gott arbeiði, og roknskapurin er bæði grannskoðaður og almennur. Tey, ið ynskja neyvari kunning, kunnu fara inn á heimasíðuna www.takk.fo
At kunna gleða eitt barn. At kunna vera til gleði og signingar. Tað er okkara kristna kall og uppgáva. Tað er eisini andin í allari humaniterari hjálp, at vit geva hinum einstaka menniskjanum og vælveru tess gætur.
Sum tikið verður til : “At fáa eina gávu er eitt tekin um, at onkur hevur sæð, at vit eru til.”
Ivasamt er, um biskupur enn einaferð kann loyva sær at heita á felagsskapir, kirkjur og samkomur við áheitan um stuðul. Er henda heimildin rímilig, so vildi eg nýtt hana og inniliga heitt á okkum øll um eftir førimuni at stuðla “Í menniskjum góður tokki” eisini til jólini 2011.
Velji á hesum sinni tilvitað at avgera, hvat ein kann ella ikki kann. Velji at lurta eftir hjartanum, síggja við hjartanum og tosa við hjartanum : “Latum okkum aftur í ár taka lógvatak saman til frama fyri teim treingjandi! Latum okkum nøra um gleðina og skapa barnajól millum børn og vaksin!”
JF
Onnur tíðindi