Skriva út

At loysa sóknarband og kirkjuráðsvalið

03.06.2025 Tíðindi
Logo kirkjan.fo.jpg

Tað er møguligt hjá einum kirkjufólki at loysa sóknarband. At loysa sóknarband merkir, at kirkjufólk kunnu knýta sóknarband til sóknarprest og kirkjusókn í øðrum prestagjaldi enn tí, har tey búgva. 

Áheitanin um at koma á vallistan í eini kirkjusókn, har kirkjufólkið ikki hevur bústað, skal skrivliga latast formanninum í valstýrinum í kirkjusóknini, har kirkjufólkið ynskir at útinna valrættin. Freistin er í seinasta lagi týsdagin 19. august 2025. 

Kirkjufólk kunnu eyðvitað einans greiða atkvøðu til kirkjuráðsvalið í einari kirkjusókn.

Greiningin av hugtakinum at lýsa sóknarband

  • Kirkjufólk biðja um at hoyra til eina aðra kirkjursókn enn hana, har viðkomandi býr.
  • Kirkjufólk venda sær til sóknarprestin, ið viðkomandi ynskir at hoyra til.
  • Sóknarpresturin kann siga ja ella nei til umbønina um at loysa sóknarband.
  • Viðkomandi, ið loysir sóknarband, kann fara á kirkjuráðsval í kirkjusóknini, har viðkomandi ynskir at hoyra heima ella í kirkjusóknini, har viðkomandi býr.
  • Áheitanin um at koma á vallistan í kirkjusóknini, har viðkomandi ikki hevur bústað, skal skrivliga latast formanninum / forkvinnuni í valstýrinum í kirkjusóknini, har kirkjufólkið ynskir at inna valrættin.
  • Seinasta freistin at fáa hesi viðurskifti í rættlag er 3. týsdag í august, t.e. 19. august 2025.
  • Undantak verður ikki givið frá tíðarfreistini.