Skriva út

At fasta, føsta, at halda fast

10.02.2021 Tíðindi

Skjótt fáa vit grýluvitjan ella kanska ikki, tí koronuvandin ger kanska, at fitt børn ikki sleppa at banka á dyrnar hjá okkum í stuttligum klæðum og búna. Men so er at hava sprittið klárt og góðgæti, sum er pakkað inn, so ongir fingrar nema við fleiri bomm og vit verða øðrum at vanda. Fyrr bóðu vit børnini ansa eftir bilunum, nú biðja vit tey minnast at vaska sær um hendurnar. Hetta er enn tíðin, tá børn sum vaksin eru takksom fyri at vera negativ og lukta av spritti.

Fyrr lótu grýlurnar seg so ljótt í, sum til bar, gívrar og heksir, trøll og stór ófantalig klæði, síðar buksur og hárið upp í rulk, men í dag er tað broytt, so grýlurnar nú eru sum vakrastu prinsessur ella dreingir sum grøni Hulk ella Superman. Tað individuella er horvið, og vit keypa okkum til at vera átøk øðrum hetjum og persónum, vit kenna. Tí vit vilja vera eins. Í stóran mun gera vit, sum hini gera, ferðaðust til somu strendir, keypa somu plantur og føt, eins hár og skógvar og soleiðis verða vit førd runt í tí heila, tí tað gevur tryggleika.

Føstan í gomlum døgum var ein onnur, enn hana vit hoyra um í dag. Tá var grýlan nakað, sum mann ræddi børnini við, at um tey vóru svong og grótu eftir kjøti, so kom grýlan oman úr fjøllunum eftir teimum. Føstan vardi í fjøruti dagar, og meiningin var at hesar dagar spekti mann kroppin og lat tankar og hugsanir daga undan, so svongd og longsul eftir fiti og søtum fekk teg at gáa um lívsins endaleysu spurningar. Føstan fjøtraði teg, men tú vanst á svongd og komfort og fekk kanska annað innlit í tankans fjaldu verð, sum setti teg leysan á annan hátt. Og tá føstan var av, so mátti tað verið ótrúligt at etið kjøt og smør upp í rúgvu.

Í dag tosa vit javnt og savnt um mat, hann er ein trupulleiki. Tá eg var barn, so fekk mann bara ís um summarið, tað bar ikki til at keypa ís aðrar tíðir. Góðgæti var dýrt og lá uppi á hillum í handlum, tað lá ikki beint fyri hondini sum í dag. Sodavatn í glasfløskum var á jólum, í dag er alt gigastórt, burgarar, sodavatn, góðgæti , alt er vaksið seg størri. Døgverðatallerkar í dag eru sum hálvar parabolir í mun til mammusa døgverðatallerkar. Vit fáa ikki nokk, men vilja hava meiri.

Men kroppurin er ein trupulleiki. Har hann áður var okkara flutningsamboð, sum vit royndu at halda gangandi sum best, er hann ikki til at hava við at gera. Vit skera og karva, har vit eru ónøgd, minka um nasar og økja um munn, læra desvisuna at vit skulu elska okkara kropp, tí so verður lívið lættari og skamma okkum við eta nakað rívan av bearnaisesósini, tí kanska er betur at kyrra samvitskuna við reyðu piparfruktini?

Mamma, tá eg var barn, var “bara” ein mamma, hon skuldi ikki gera plankan ella renna kvinnurenning, hon fór ikki at dyppa ella spurdi pápa, um tey skuldu evaluera teirra arbeiðsbýti. Hon hekk “sum í einum klokkustreingi” og mól millum køk og stovu og syrgdi fyri at øll vóru mett og alt varð vaskað upp til næsta máltíð skuldi á borðið. Onki við at spyrja ella tosa um, hvat mann fekk at eta, mann át tað mann fekk.

Veit ikki, koronutíðin er ein løgin tíð...hetta árið har vit skuldu gera hetta og so hatta fyri at halda sjúku og deyða frá lívinum, so onkursvegna hava vit nú livað í eini “føstutíð”, har fleiri eru sett skák og mát. Vit vórðu dømd at vera heima, og hóast vit hava bakað og steikt og bundið sum ongantíð áður, so hava vit óttast, syrgt og longst sum ongantíð áður og fegnast øgiligt, tá tøl fara rættan veg og vit síggja eitt flogfar og hoyra um fleiri prik.

Vit hava lært nýggj orð í hesi ”føstutíð” sum sóttarhald og frástøða. Vit kunnu ikki vitja fólk, sum okkum lystir ella bjóða í føðingardag og “opið hús” er nú avmarkað. Vit hava fjalt okkum í sóttarhaldinum og eru á varðhaldi, um vit síggja onnur fara út, sum eiga at vera inni. Fleiri okkara hava kent okkum sum grýlur í hesi løgnu tíð í joggingbuksum og ólitaðum hári og við koronudellum.

Vit eru av sonnum mitt í tilverunnar meldri, har næstan alt, sum vit kunnu spyrja um, kann svarast við kanska. Har vit áður hildu, at bara eg hevði mítt uppá tað turra og kláraði 10.000 fet um dagin, so var væl sloppið, tað er als ikki galdandi nú.

Um eg so elski kroppin heilt til deyðan, so gevur hann ikki mær nakra svar, tí eg má hava sál og andan við. Marengsbotnar við karamelcremi og langtíðsstoktir lambsbøgir gleða búkin, men svarini sum metta ófrið og gleða hjartað finnur tú í kirkjuni.