Skriva út

Ársins summarkonsert við Gøtu Kirkju Ungdómskóri

26.06.2023 Tíðindi

Sunnukvøldið 2. juli, kl. 19.30 hevur Gøtu Kirkju Ungdómskór sína árligu summarkonsert í Gøtu kirkju.

Skráin í ár er sera fjølbroytt og krevjandi, men vit halda eisini at hon er sera áhugaverd. Sum nógv kanska hava fingið við, skal kórið seinni í juli mánað, sum fyrsta føroyska kórið, luttaka í meistarabólkinum á OL fyri kór í Suður Korea - nevnt WCG 2023 (World Choir Games 2023).

Til summarkonsertina koma vit tí at framføra tað, sum vit taka við okkum til Suður Korea.
Tað hevði glett okkum at sæð nógv fólk til hesar konsertir, so set kross í kalendaran. 

PS: Kirkjukonsertir eru sum altíð ókeypis, men høvi verður til at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum, nú vit fara at ferðast.