Skriva út

Arndal Haraldsen, klokkari við Miðvágs kirkju heiðraður

10.04.2012 Tíðindi
Arndal Haraldsen, klokkari við Miðvágs kirkju heiðraður

Undir gudstænastuni 2. páskadag var Arndal Haraldsen, klokkari við Miðvágs kirkju, heiðraður fyri trúgva tænastu seinastu 25 árini. David, prestur, handaði Arndal ein snotuligan pakka við áheitan um at pakka upp á staðnum. Tá eitt vakurt lummaur við áskrift kom úr pakkanum, helt hittinorðaði klokkarin fyri: "Hetta var væl timað, tí gamla urið er júst gingið fyri".