Skriva út

Ari heiðraður við gávugóðsi

09.02.2024 Tíðindi

Ungi tónleikarum, Ari Hammer Joensen í Havn, fekk hóskvøldið handað gávugóðs úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum, ið verður latið einum ungum listafólki hvørt ár á føðingardegi hansara, sum var 8. februar. Endamálið við gávugóðsinum er at stimbra til listaliga útbúgving.

– Eg ætli mær til Hollands, og til ta ferðina søki eg nú stuðul, so kanska hetta eisini verður ein partur av tí, sigur 19 ára gamli Ari, sum síðan í heyst hevur lisið á musikkkonservatoriinum í Kjøpinhavn.

– Á konservatoriinum føli eg, at eg eri komin á rætta hill, og tað riggar bara væl. Onkur fak dámar mær betur enn onnur, og til dømis havi eg ikki so øgiliga stóran áhuga fyri hoyrilæruni, tí tað forstýrar orgulspælið eitt sindur, sum eg havi nógv besta hugin at fáast við.

Tað, sum honum dámar allarbest, eru tey bæði orgulfakini. Annað er liturgiskt, sum hevur meira við kirkju- og gudstænastuspæl at gera, og hitt er solistiskt, ið meira hevur við kunst-og konsertspæl at gera.

Bara spælt í fimm ár 
– Tað solistiska er meira soleiðis, at har kann eg havi stýr upp á meg sjálvan, tá ið eg spæli tey størru verkini, meðan tað liturgiska eisini snýr at laga seg eftir presti og tí, ið hoyrir gudstænastuni til, sigur Ari Hammer Joensen, sum eftir stuttari tíð veruliga hevur gjørt vart við seg sum organistur.

Hann var bara 14 ára gaml, tá ið hann fór undir at spæla orgul. Tað hendi, tá ið hann gekk til prest og honum stóð í boði at spæla upp á orglið í kirkjuni, og so var hann beinanvegin púra bitin av hesum veldiga ljóðføri.

Tað fyrsta, hann kom í samband tangentar, var í skúlanum, har ein lærari setti hann við klaverið, tá ið tey høvdu tónleikasamanspæl, og skjótt vaks áhugin og stuttleikin av at spæla klaver. Restin er søga, sum tikið verður til, og nú er Ari konservatoriilesandi.

Samstundis sum orguláhugin tók dik á seg, fekk hann holla undirvísing frá Gudmundi Mortensen, og síðani hevur hann eisini verið á tónleikanámi. Í fjør vann Ari fyrstu virðisløn í kappingini Stella Polaris í bólkinum fyri ung millum 14 og 18 ár.

Takkaði fyri við Bach 
– Ari veit longu, at hetta er tað, hann vil, og tað hevur hann vitað leingi. At lata honum gávugóðsið kann vónandi vísa honum, at her er undirtøka fyri hansara útbúgvingarleið og vilji til at stuðla upp undir hansara val, segði nevndin í Grunni Thorvald Poulsens av Steinum millum annað, tá ið gávugóðsið var handað hóskvøldið.

– Umframt eyðsýndu tónleikaevnini hjá Ara, verður virðismett, at ljóðførið er orgul, tí tað er sera sjáldsamt, at ung fólk velja júst hetta ljóðførið. Organistar eru trotvøra í Føroyum, eins og nógva aðrastaðni við. Tó vóna vit, at Ari kemur heimaftur til Føroya at geva burtur av sínum lærdómi sum organistur og sum útinnandi listafólk.

Handanin av gávugóðsinum, ið er 40.000 krónur, fór fram í auluni á Námsvísindadeildini á Frælsinum, og sum tøkk fyri heiðurin spældi Ari Hammer Joensen eitt stykki eftir Johann Sebastian Bach á orglið, sum stendur í auluni.

Orð & mynd: Hilmar Jan Hansen