Skriva út

Anne Mette fekk tignarliga móttøku

24.01.2011 Tíðindi
Anne Mette fekk tignarliga móttøku

Við guðstænastuna í Fuglafirði í gjár, varð Anne Mette Greve Klemensen innsett í kallið sum sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi.
Veðrið var av tí besta og flestu hús í Fugafirði, sum høvdu eina flaggstong, høvdu vundið flaggið á stong. Hópin av fólki úr grannabygdunum vóru eisini komin í kirkju í Fuglafirði í dag.

Kirkjan var meir enn fullsett og eisini síðuskipið var fullsett – við urguna sat í dag Ragnhard Petersen, sum legði fyri við præludium. Síðani var ein blásitrio, kór og solosangur. Vinkona Anne Mette, Eyðbjørg Hansen, ið eisini hevur sungið saman við henni í Mpiri sang solu uppi við orglið.

Undangongumaður Anne Mette, dómprósturin, Uni Næs, skipaði nýggja prestin í embætið við at lesa upp skriv frá bispi og landsstýriskvinnuni í mentamálum, Helenu Dam á Neystabø.

Anne Mette er dani. Men las prædikutekstin ræðið á føroyskum – sjálva prædikuna helt hon á donskum. Anne Metta hevur gingið á Føroya Fólkaháskúla fyri árum síðan og hevur eisini sungið við kenda útisetakórinum Mpiri, sum setur stór krøv til kórlimirnar. Helst tí dugdi Anne Metta so sera væl at tosa – ella sum hon segði aftaná, at lesa og úttala føroyskt. Hetta vegna føroysku tekstirnar, sum hon hevði sungið við Mpiri. Maðurin man ivaleyst eisini hava lagt lag á.

Nýggi presturin í Fuglafjarðar prestagjaldi hevur føroyskan mann, Leif Hansen, ið er ættaður úr Nólsoy. Leif er kendur urguleikari í høvuðsstaðnum, har hann mangan hevur verið feriuavloysari. Í Keypmannahavn hevur han lisið tónleik. Hann var urguleikari við Samuelskirkjuna, har føroyingar savnast til guðstænastu.

Saman við børnunum - Beinta fødd í 2004 og Helgi føddur í 2006 - koma tey at búgva í presta-garðinum, á Mørkini 10, í Fuglafirði.

Eftir innsetanina og prædikuna beyð kirkjuráðið øllum, sum vóru komin til hátíðarligu innsetanina til ein døgurða í krikjukjallaranum. Her var orðið eisini frítt, har m.o. Marin Thomsen vegna kirkjuráðið, Dánjal Vang vegna Fuglafjarðar Býráð, Ingibjørn Eldevig vegna Missiónshúsið Tabor og Magnus Brahe Jørgensen vegna Christianskirkjuna buðu Anne Metta vælkomnari.

Síðani tók Uni Næs, dómpróstur orðið og vissaði Anne Mette, nýggja prestin, um, at her í Fuglafirði og grannaøkinum annars er gott at vera – Tað kundi hann eisini siga av royndum sum prestur í Fuglafjarðar Prestagjaldi í 10 ár.

Ein tignarlig løta í Fuglafirði, har tú millum manna eisini skilti, at útyvir prestagerningin, mundi eisini fara at spretta eitt spennani sang- og tónleikalív við hesum nýggja prestaparinum – Hesum, sum Fuglafjørður er so kendur fyri.

Orð : Dávur Winther.