Skriva út
Ann Dahl Hansen úr Havn prestvígd
30.03.2008 Tíðindi

Hitta menniskju har tey eru
Við gudstænastuna í Dómkirkjuni sunnudagin verður 31 ára gamla Ann Dahl Hansen úr Havn prestvígd.
Fram til hálvan august skal hon virka sum prestur í Suðurstreymoyar Eystara Prestagjaldi sum hjálp hjá dómpróstinum.
Hóast starvstíðin er avmarkað, hevur Ann kortini sett sær eitt fyri: Hon ynskir at hitta menniskju, har tey eru í lívinum, við teirra uppgávum og avbjóðingum í gerandisdegnum.
- Her hevur prestur ein fyrimun – um eg kann siga tað so. Tí tá eg hitti fólk, so havi eg sjálv gleðiboðskapin við mær. Og faktiskt vænta fólk, at ein prestur hevur eina heilsan úr Bíbliuni við sær, sigur Ann.
Og hon leggur aftrat:
- Hetta er eitt ótrúliga spennandi starv, og ein fantastiskur møguleiki at kunna boða orðið soleiðis. Tað gleði eg meg til!
Ann hevur altíð gingið í kirkju, og ynskti longu sum barn, at hon einaferð skuldi gerast prestur. Tað sleppur hon nú, ið hon skal virka sum prestur við Dómkirkjuna og kirkjurnar í Hoyvík, Nólsoy og Kaldbak.
Ann er ættað úr Havn og fødd Bærentsen. Hon er 31 ára gomul, er gift við Jens Jákup Hansen úr Miðvági. Tey búgva í høvuðsstaðnum og eiga tríggjar døtur.
Onnur tíðindi