Skriva út

Ann Dahl Hansen

21.03.2008 Tíðindi
Søkt hevur verið eftir presti til Suðurstreymoyar Eystara Prestagjald. Talan er um eitt starv sum hjálp hjá dómpróstinum. Hetta er starvið hjá Marjuni Lómaklett, sum er í longdum barnsburðarfarloyvi. Í eitt hálvt ár røkti Kristine Hestbech nevnda kall.

Tríggir umsøkjarar vóru. Á fundi í Hoyvíkar kirkju tann 17. mars innstillaðu kirkjuráðini prest til starvið.

Tað verður Ann Dahl Hansen, ið kemur at røkja kallið sum prestur í Suðurstreymoyar Eystara Prestagjaldi frá 1. apríl – 15. august 08.

Ann er ættað úr Havnini og fødd Bærentsen.  Hon er 31 ára gomul. Ann er gift kvinna, og maður hennara er Jens Jákup Hansen, ið er ættaður úr Miðvági. Tey búgva í høvuðsstaðnum og eiga tríggjar døtur.

Sunnudagin 30. mars verður Ann prestvígd og innsett. Biskupurin prestvígur og dómprósturin innsetur. Dómkirkjan verður  karmur um hesa hátíðarløtu.