Skriva út

Andaktsbók á føðingardegnum hjá trúbótini

30.10.2026 Tíðindi
Bók

Í morgin leygardagin 31. oktober, eru 509 ár síðan Martin Luther í 1517 festi teir 95 setningarnar upp á slotskirkjudyrnar í Wittenberg. Vanliga kalla vit henda dagin fyri føðingardagin hjá Trúbótini.

Hesa tíðina í fjør gav Føroyskt Kirkjumál út bókina ”Boðan og Bót”. Hetta er eitt savn við stuttlestrum til hvønn dag í árinum. David Johannesen, fyrrverandi sóknarprestur, hevur týtt.

Í fororðunum sigur týðarin m.a.: ”… Bókin er skipað eftir kirkjurárinum og fylgir tí. Andaktsbókin er upprunaliga savnað og givin út á týskum. Øll tann kristna læran verður umrødd og tulkað, alt verður sett undir sjóneykuna og kannað. Her verður sonn og haldgóð gudfrøði umrødd. Alt gongur upp í eina hægri eind…”.

David Johannesen  sigur eisini: “ … Frá ungum árum havi eg verið hugtikin av Luthers gudfrøði. Hon hevur verið leiðaravarði í kristna lívi mínum. Tað er treytaleysa náðin og tann jaligi hugburður, ið dentur verður lagdur á í hesi gudfrøði. Her verður talað satt um Gud og mannalívið. Her ljóðar gleðiboðsakpur inn í nútíðina og til menniskju, ið tysta eftir at fáa eitt gott orð sum viðføri fram á leið.”

Tað er stórur fongur, ið David Johannesen hevur givið føroysku kirkjuni við bókum sínum, bæði sum hann sjálvur hevur skrivað um Luther og mongu verkini, hann hevur týtt eftir Luther. Eitt stórt savn við góðum innliti í lutherska søgu og gudfrøði. Tí er tað at fegnast um, at vit hava fingið bókina ”Boðan og bót” til ta dagligu andaktina.

Takk David Johannesen!

Bókin er 354 blaðsíður, og fæst til keyps í bókabúðunum og í Bókamiðsøluni og kostar kr. 300,- kr