Skriva út
Altjóða leiðararáðstevna í Norðurlandahúsinum í komandi viku
13.10.2010 Tíðindi

Leiðararáðstevnan GLS, “The Global Leadership Summit”, verður aftur í ár hildin í Føroyum. GLS Føroyar fegnast um at kunna bjóða til hesa altjóða leiðararáðstevnuna 22. - 23. oktober í Norðurlandahúsinum.
“The Global Leadership Summit”, stytt GLS, er ein leiðararáðstevna, sum verður hildin í Chicago á hvørjum ári, og verður hon í ár helst víst á stórskíggja í 350 býum í 50 londum. Væntandi fara fleiri enn 120.000 leiðarar um allan heim at luttaka og fáa íblástur frá hesi leiðararáðstevnu.
GLS er vorðin ein altjóða leiðararørsla, sum sameinir leiðarar úr ymiskum kirkjum og mentanum og gevur íblástur til visjónir og leiðslu. Endamálið er at hjálpa leiðarum at gera mun við støði í kristna boðskapinum. Leiðsluskeiðið er ætlað bæði leiðarum í kirkjum og samkomum og leiðarum í verðsligum fyritøkum. Situr tú í nevnd ella kirkjuráði ella hevur leiðsluábyrgd er GLS fyri teg - eisini fyri teg, sum hevur áhuga í leiðslu.
Jógvan Fríðriksson, biskupur, sigur um GLS: “Tað er altíð tørvur á leiðsluíblástri bæði innan tað andaliga og tað verðsliga. Vit innan tað andaliga kunnu læra nógv av almennari leiðslu, men almenn leiðsla kann eisini læra nógv av kristiligari leiðslu. GLS er eitt nýtt, kristiligt átak at geva okkum øllum íblástur grundað á kristilig grundvirði.”
Fyrilestrarnir verða tekstaðir til føroyskt, og eitt arbeiðshefti verður gjørt, so ein kann fáa enn meiri burturúr. Umframt fyrilestrarnar verður eisini livandi tónleikur í Norðurlandahúsinum.
Fyrst í august í ár vóru teir Heðin Poulsen, Vatnsoyrar, Bergur D. Joensen, Argir, og Rúni Rasmussen, Strendur, á GLS leiðarastevnununi í Chicago í USA. Teir meta, tað vera nakrir sera spennandi fyrilestrar, ið verða vístir á føroysku ráðstevnuni.
Millum fyrilestrahaldararnar eru:
* Bill Hybels er fyrsti pastorur í Willow Creek og stovnari av GLS. Hann hevur havt áhugaverdar fyrilestrar hini árini, og soleiðis var aftur hesaferð.
* Daniel Pink er fyrrverandi røðuskrivari í Hvítu Húsunum og metsøluhøvundi. Hann hevur ein forkunnugan fyrilestur um tað, sum drívur ella motiverar okkum í arbeiði okkara.
* Terri Kelly er nevndarformaður og forstjóri í W.L. Gore & Associates. Vit síggja eina spennandi samrøðu um tað, sum ger fólk til leiðarar - m.a. at vísa starvsfeløgum virðing og evnini at vinna álit millum fólk.
* Adam Hamilton er fyrsti pastorur í einari metodistkirkju. Hann gevur innlit í, hví og hvussu leiðarar falla, og hvussu byrgjast kann fyri hesum.
* Christine Caine er eisini pastorur. Hon gevur íblástur og vón til fólk, har støðan tykist vónleys. Hon hevur nýliga stovnað The A21 Campaign, sum er ein felagsskapur, sum hevur til endamáls at hjálpa ungum kvinnum, sum eru seldar til skøkjulevnað.
Væntandi verða út móti 400 føroyskir leiðarar við á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum.
Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum 22. - 23. oktober. Prísurin er kr. 1.050.
Tilmelding og gjalding á heimasíðuni www.gls.fo
Á heimasíðuni fæst eisini kunning um leiðararáðstevnuna.
Eini góð ráð: Melda teg til beinanvegin...
Vinaliga vegna GLS-nevndina,
Niclas Davidsen, kirkjuráðlimur, Toftir &
Bergur D. Joensen, prestur, Argir
Mynd:
Rúni Rasmussen, Heðin Poulsen og Bergur D. Joensen á ráðstevnu í Chicago í USA.
Onnur tíðindi