Skriva út

Altjóða gudstænasta í Vesturkirkjuni týskvøldið

28.10.2025 Tíðindi
Kór
1 / 2 myndir

Til allar tjóðbólkar í Føroyum.

Í sambandi við Fjølmentanarvikuna, skipar Vesturkirkirkjan fyri altjóða gudstænastu týskvøldið, 28. okt. kl. 19.30.

Sungnir verða kendir sálmar á enskum og nakrir á føroyskum.

Ein andakt verður á enskum v. Bergi D. Joensen, og Derhard Jógvansson sigur nøkur orð um Fólkakirkjuna og tað, sum har hendir. Eisini frætta vit um tað, sum aðrar samkomur gera fyri ymsu fólkasløgini í Føroyum.

Kvinnukórið Tabitha framførir.

Eisini verður kirkjukaffi.