Skriva út

- Altíð gott at fara í kirkju

24.03.2023 Tíðindi
Sjúrður Hansen er eitt av trúføstu kirkjufólkunum í Árnafirði. - Sunnudagar má eg bara fara í kirkju, sigur hann.

Kirkjulív í Árnafirði – 7. og seinasta grein: Fyrsta sunnudagin í árinum, trettanda dag jóla var Sjúrður Hansen ein teirra, sum hevði leitað sær Guds orð í kirkjuni hendan morgunin. 
Aftaná gudstænastuna hittust vit til eitt stutt prát.

Tú kanst kanska spyrja, hví hann ikki skuldi verið farin í kirkju í heimbygdini ein slíkan sunnudag?
Svarið uppá spurningin er einfalt og greitt:
- Eg eri føddur í Árnafirði. Eg búgvi í Árnafirði. Og eg eri eisini giftur í Árnafirði. Tí eri eg sjálvandi her í Árnafjarðar kirkju í dag, nú kirkjuklokkan kallar til gudstænastu.
- Og so kann eg leggja aftrat, at eg havi altíð verið vanur at koma til gudstænastur í okkara kirkju, slær hann fast.

Teksturin til dagin og lesturin høvdu eisini hetta sama sum evni: At foreldur Jesusar leitaðu eftir honum, og funnu hann at enda í templinum. Poengið var einfalt hetta, eins og Jesus sjálvur segði tað, at tað var í júst HER, at hann átti at vera.

Má bara fara
Árnafjørður er ikki stór bygd, men fyrst í 30’unum byrjaði kirkjufólkið í bygdini at tosa um týdningin av at hava egna kirkju. Hana fingu tey so nøkur ár seinni.
Tað er henda saman kirkjan, sum Sjúrður er vanur at ganga í. Tað ger hann enn, tá hann er heima, og ikki úti og siglir.

Ein annar spurningur til hansara er tí, um orsøkina til at hann ger hetta so ofta, sum hann yvirhøvur kann.
- Eg havi gingið nógv til gudstænastur í hesi kirkjuni, tí mær dámar so sera væl at hoyra Guds orð.
- Tað er eisini altíð so hugnalig at koma inn í forkirkjuna og síðani inn í sjálva kirkjuna. Her er góður sálmasangur og gott orgulspæl; og her eru nógvir sera góðir lestrar lisnir og prædikur hildnar. Alt hetta hevur havt nógv at siga fyri meg, vísir hann á.

Og so leggur Sjúrður at enda aftrat:
- Um eg ikki havi verið í kirkju ein sunnudag, - ja, so virkar tað sum ein sera løgin dagur. Tað vísir seg so, at eg má bara fara!

Dagurin reddaður
Hesar seinastu tveir mánaðirnar hava vit í ein ávísan mun sett sjóneykuna á eitt av smærru kirkjuliðunum á oyggjum okkara.

Sunnudagin 8. januar var lestur lisin í Árnafjarðar kirkju, eins og gjørt hevur verið, síðani kirkjan varð vígd í 1937.
Henda vitjanin hevur sæst aftur í tíðindastreyminum her á heimasíðuni, tí íalt hava verið sjey greinar um kirkjuna og kirkjulívið í bygdini, sum telur um 70 íbúgvar í dag.

Vit hava greitt frá ynskinum hjá árnfirðingum at fáa egna kirkju; vit hava sagt frá vígsluni; og vit hava tosað við klokkara, urguleikara, dekn og forsangara, sum øll hava greitt frá, hvønn týdning tað hevur at ganga í kirkju.

 

Árnfirðingar vildu hava kirkju í teirra heimbygd, ístaðin fyri at fara ta longu leið upp um fjøll til kirkjuna í Klaksvík. Hetta ynski teirra gjørdist veruleiki í 1937.

Í dag er seinasti parturin í hesi greinarøðini, og verður sum nevnt omanfyri, prátað við eitt av kirkjufólkunum henda sunnudagin.

Tá tú hittir kirkjufólkið í Árnafirði á máli, skilir tú beinanvegin hetta, at tað er ein munandi øðrvísi sunnudagur, um tey ikki hava verið í kirkju. Ja, ein teirra tók enntá so rámandi til, at dagurin var reddaður, tá hann hevði verið í kirkju.

Sama boðskap høvdu eisini fólk heima á Sandi, við Gjógv, á Kirkju, í Svínoy, í Kunoy og í Æðuvík, sum var seinasta bygdin vit vitjaðu, áðrenn farið var til Árnafjarðar.
Má Harrin framvegis signa hetta lítla trúfasta kirkjuliðið!

Orð/myndir: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)

- - - -

Grein 7 av 7
Hetta er sum nevnt 7. og seinasta greinin um kirkjuna og kirkjulívið í Árnafirði á hesum sinni.
Hinar greinarnar hava verið hesar:

Grein 1: Sama neyð og sama svar í 85 ár

Grein 2: Tað er faktist well at vera klokkari

Grein 3: Pápi spurdi meg – og eg segði bara ókey

Grein 4: Eina kirkju, - hana mugu vit bara hava

Grein 5: Dagurin er reddaður, tá eg havi verið í kirkju

Grein 6: Lesturin í dag segði eisini mær nógv