Skriva út
Altartalvan liðugt umvæld til 50 ára dagin
28.08.2012 Tíðindi

Tey, sum vóru til gudstænastu í Christianskirkjuni í Klaksvík sunnudagin, hava helst fingið ein minni skelk. Kirkjurúmið er nógv broytt og er nærum ikki at kenna aftur.
Í løtuni verður arbeitt við at fyrireika umvælingina av stóru og sera snøggu altartalvuni í kirkjuni, og til tess at fremja hetta á allarbesta og tryggasta hátt, er neyðugt at gera ymiskar skipanir inni í kirkjuni.
Soleiðis vóru menn frá byggifyritøkuni Malltek í Klaksvík í farnu viku farnir undir at leggja eitt sonevnt arbeiðsgólv tvørtur um kirkjuna – tað er: ímillum síðuskipini í Christianskirkjuni, soleiðis sum myndin eisini vísir. Her skal umvælingin av altartalvuni eisini fara fram.
Tað vóru tí helst hesar níggju metrar longu undirsløgini, sum eru løgd millum ovastu svalarnar í síðuskipinum, sum gjørdu kirkjufólkið so bilsið. Endamálið við teimum er, at gera eitt stórt og arbeiðsligt gólv, har umvælingararbeiðið av altartalvuni hjá Joakim Skovgaard skal gerast.
Fyrst í september koma sakkøn fólk úr Danmark við tí fyri eyga at taka altartalvuna niður. Ætlanin er síðani, at hon skal umvælast á hesum gólvinum, sum nú verður gjørt uppi undir loftinum í innasta parti av kirkjuni.
Alt arbeiðið er mett at kosta slakar 7,5 milliónir krónur, og er henda fígging fingin til vega.
Altartalvan hevur eina serliga søgu við uppruna sum ein fresko-málningur, gjørdur til Viborg Dómkirkju. Seinni - í 1910 - varð hann tikin av aftur og fluttur yvir á lørift, goymdur á Statens Museum for Kunst og síðani latin til Christianskirkjuna í 1963. Sagt verður, at kirkjan í roynd og veru er bygt kring um hesa altartalvuna.
Eftir ætlan verður altartalvan liðugt umvæld og sett uppaftur áðrenn 7. juli 2013, tá 50 ár eru liðin, síðani kirkjan varð vígd.
Orð: Snorri Brend
Mynd: www.klaksvik.fo
Onnur tíðindi