Skriva út
Altartalvan í Christianskirkjuni verður nú høvuðsumvæld
16.07.2012 Tíðindi

Eitt av kendastu listaverkum í landinum er altartalvan í Christianskirkjuni í Klaksvík.
Listamaðurin Joakim Skovgaard (1856 – 1933) málaði í 1901 upprunaliga altartalvuna, sum myndar stóru kvøldmáltíðina (Luk. 14, 15-24), til dómkirkjuna í Viborg í Danmark.
Málningurin varð málaður beinleiðis á kálkaða veggin í kirkjuni, men skjótt sást, at væta setti ígjøgnum veggin og hótti við at oyðileggja málningin. Hann varð tí tikin niður í 1913 av serfrøðingum úr Italia og førdur yvir á lørift, og ein annar eins málningur málaður á sama stað. "Stóra kvøldmáltíðin" varð síðani flutt til Statens Museum for Kunst, til hann varð settur upp í Christianskirkjuni í 1963, tá ið kirkjan varð bygd.
Umframt skaðan, ið málningurin fekk í Viborg, hevur hann verið fyri broytingum og smærri skaða, meðan hann hevur hingið í Statens Museum for Kunst og eisini aftaná, at hann er komin í Christianskirkjuna.
Ætlanin at umvæla altartalvuna hevur fleiri ár á baki, men vegna iva um ognarviðurskiftini og at hetta er eitt serligt og kostnaðarmikið arbeiði, hevur tað drigið út.
Seinastu árini hava so tingingar verið millum kirkjuráðið í Klaksvík, Føroya Stiftstjórn og Statens Museum for Kunst um ognarviðurskiftini, og í vetur varð avtala undirskrivað, sum sigur, at Christianskirkjan hevur altartalvuna til láns frá Statens Museum for Kunst til 31. desember 2086 við tilsøgn um, at henda avtalan kann verða longd í framtíðini.
Ein arbeiðsbólkur hevur staðið fyri tí formliga og fyrireikað umvælingina, og nú er klárt at fara til verka.
Samlaði kostnaðurin fyri umvælingina er settur til 7.467.750,- kr., íroknað meirvirðisgjald.
Søkt hevur verið um stuðul til verkætlanina, og hesir grunnar hava veitt stuðul:
A. P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møller Fond til almene Formaal, 3 mió. kr.,
Augustinus Fonden, 2 mió. kr. og
Becket Fonden, 425 t. kr.
Haraftrat hevur Føroya Kirkja játtað 1 mió. kr. til umvælingina, so at øll játtanin er komin upp á pláss, tá ið roknað verður við, at meirvirðisgjaldið verður endurgoldið sambært lógini.
Møguliga verður meira fíggjarligur stuðul aðrastaðni frá, sum so verður mótroknaður í hinum stuðlunum.
Sostatt er nú endiliga komið so langt, at umvælingin fer í gongd fyrst í september. Tað verður Nordisk Konservering í Danmark, sum ger arbeiðið, og stendur Tom Egelund, konservatorur, fyri tí. Hetta eru serfrøðingar, ið hava royndir við slíkum arbeiði í Danmark og aðrastaðni.
Arbeiðið verður fylgt upp av Isabelle Brajer, konservatori, frá Nationalmuseet í Danmark.
Áðrenn arbeiðið fer í gongd, verður gólv lagt ímillum ovastu svalagongirnar í kirkjuni frá altarinum og aftur til næstfremstu súlurnar. Her verður eitt rúm bygt, har alt umvælingararbeiðið verður gjørt. Tað verður gjørt soleiðis, at tað sum minst kemur at nerva tænastur í kirkjuni. Sp/f Malltek Byggivirkið í Klaksvík ger hetta arbeiðið í seinnu helvt av august.
Umvælingin verður liðug síðst í mai mánaði komandi ár.
Tá ið arbeiðið fer í gongd, verður ein meira kunnandi fundur í kirkjukjallaranum, har øll eru vælkomin. Lýst verður nærri um hetta.
Meðan arbeiðið fer fram, verður møguligt at fylgja við á heimasíðunum hjá Fólkakirkjuni, www.folkakirkjan.fo, og Statens Museum for Kunst, www.smk.dk. Hetta er eitt serstakt og serligt arbeiði, sum verður skrásett og skjalfest við myndum og filmi, ið verður lagt út á heimasíðurnar undir arbeiðsgongdini.
Eisini kann almenningurin vitja og síggja, hvussu málningurin verður umvældur. Hetta verður lýst, tá ið tað verður.
Vit hava í Føroyum eina ørgrynnu av listaverkum og savnslutum, men hesi krevja at verða viðgjørd, og tí taka konservatorar sær av. Tíverri er í løtuni bert ein konservatorur í starvi í Føroyum, men vit hava tørv á fleiri. Um onkur tí er, sum hevur hug at fáa sær útbúgving tann vegin, so hevur Nordisk Konservering sagt seg sinnað at hava ein føroying, sum kann fylgja við í umvælingini, og á tann hátt fáa at vita, hvussu hetta starvið er. Áhugað kunnu venda sær til Jógvan Ravnsfjall, Klaksvík, lim í arbeiðsbólkinum.
Í arbeiðsbólkinum fyri umvælingini eru:
Jógvan Ravnsfjall, savnsleiðari og kirkjuráðslimur,
Uni Næs, dómpróstur,
Andrias Ziska, fulltrúi hjá Stiftinum,
Dánjal Christoffersen, fíggjarleiðari hjá Stiftinum.
Harafturat er knýttur Helgi Fossádal, fyrrverandi savnsleiðari.
Í fylgibólkinum eru:
Dr. Jørgen Wadum, stjóri á Statens Museum for Kunst,
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum,
Øssur Kjølbro, formaður í kirkjuráðnum,
Gunvá við Keldu, borgarstjóri, og
Jógvan Fríðriksson, biskupur.
Við góðum huga verður so farið í holt við at umvæla altartalvuna, so hon kann standa nýumvæld komandi ár tann 7. juli, tá ið liðin eru 50 ár, síðani Christianskirkjan varð vígd.
Kirkjuráðið í Christianskirkjuni
Øssur Kjølbro
formaður
Onnur tíðindi