Skriva út
Altargangur – eisini fyri børn
21.11.2011 Tíðindi

Fyrilestur á kirkjufundi á Strondum 22. sunnudag eftir tríeindardag 20.11.2011.
Skírhóskvøld ella skíriskvøld, sum navnið eisini verður stytt, innsetti Jesus hina heilagu kvøldmáltíðina. Skírhósdagur ella skírisdagur merkir reinsanardagur, av tí at orðið “skíra” merkir “at reinsa ella tváa.” Jesus tváaði lærusveinum sínum um føturnar hetta sama kvøldið. Og tá orðið “skíra” merkir “at reinsa ella tváa” verður hetta heitið eisini nýtt um dóp. Vit kunnu siga at bæði dópsins- og altarsins sakramenti eru tváannar ella reinsannar sakra- menti. Vit fáa fyrigeving syndanna og verða tí reinsa fyri synd. Tí er tað - eftir mínum tykki - heilt burturvið, at orðið “skíra” í orðabókum eisini hevur fingið týdningin “at eyknevna”, nakað sum heldur dálkar enn reinsar.
Her kann skoytast uppí, at orðið “sakramenti” merkir “heilagur lutur” ella “heilag gerð”.
Umframt at vit í hini heilagu kvøldmáltíðini - eisini rópt Harrans máltíð - fáa fyrigeving syndanna, so er hin heilaga kvøldmáltíðin so nógv annað. Vit eiga í Harrans máltíð sostatt ikki bert at leggja dent á fyrigeving syndanna, so týdningarmikið sum tað tó er.
Harrans máltíð er eisini:
1) ein minnis- og styrkimáltíð. Vit minnast kvøldið, tá Jesus innsetti hina heilagu kvøldmáltíðina. Vit minnast líðing hansara, deyða og uppreisn. Vit minnast, t. v. s. hugsa um hann, sum eisini veruliga er til staðar okkara millum í breyðinum og víninum, og hvat hann við tí gevur okkum, nevniliga fyrigeving syndanna og styrki. Tey gomlu talaðu eisini um altarsins sakramenti sum ferðamat á lívsleiðini.
2) Hin Heilaga kvøldmáltíðin er ein offurmáltíð. Vit bera Gudi lovoffur. Vit geva Gudi okkum sjálvi við likami og sál. Á tann hátt ofra vit okkum sjálvi til hansara við vilja til at taka ímóti gávum hansara og tæna honum og medmenniskjum okkara.
Hin Heilaga kvøldmáltíðin er eisini ein offurmáltíð, tí at langafríggjadagsofrið, tá Jesus leið og doyði fyri syndir okkara, verður gjørt til nútíð. Tá breyðið og vínið undir innsetingarorðunum eru vígd, er Jesus veruliga til staðar á altarinum í breyðið og vínið - ikki bara andaliga. Vit fáa á loyndarsaman og óskiljandi hátt fyri mannaheilan lut í hesum saman ofri. Jesus varð ofraður eina ferð fyri allar og ikki er neyðugt við øðrum ofri. Men tað er hesum ofri vit fáa lut í í hini heilagu kvøldmáltíðini.
Tí verður eisini sagt, tá altarsgestirnir fáa breyðið og vínið:”Hetta er likam Jesu Krists”…”Hetta er blóð Jesu Krists.” Tey gomlu útbýtingarorðini í 1685-ritualinum ljóða soleiðis:”Hetta er Jesu sanna likam”…”Hetta er Jesu sanna blóð.” Hetta verður við einum fremmandum orðið rópt “real praesens.” Jesus er veruliga til staðar við likami sínum og blóði í breyðinum og víninum. Tí kundi sálmaskaldið og biskupurin, Thomas Kingo, syngja:
O, Jesus, lad mig aldrig gå
fra dette bord, hvor du est på...
Jesus er tí ikki bert til staðar andaliga ella bert við orði sínum. Ei heldur eru breyði og víni eftir vígslu bert ímynd av ella symbol uppá Jesu likam og blóð, men eru tað. Jesus er við likami sínum og blóði veruliga til staðar í breyðinum og víninum. Vit fáa breyð og vín, men sam- stundis Jesu likam og blóð.
Sum fyrrverandi biskupurin í Roskilde biskupsdømi, Jan Lindhardt, sigur í einum av bókum sínum:”Vit kunnu samanbera Jesu likam og blóð í breyðinum og víninum við ein peningaseðil. Peningaseðilin er í grundini bara eitt pappírspetti, sum kostar Lands- ella Tjóðbankanum bara nøkur oyru at gera. Kortini er hann t. d. 100 kr. verdur, tí at hin rætta undirskriftin og annað, ið skal til, er á seðlinum. Er hetta tá bara eitt pappírspetti, ella eru hetta veruliga 100 kr.? Sjálvandi bæði. Ein peningaseðil kann brenna eins og alt annað pappír, men samstundis veit ein og hvør, at um tað hendir, eru vit vorðin 100 kr. fátækari.” Á sama hátt er breyðið upprunaliga bert breyð og vínið bert vín, men tá breyðið og vínið undir kvøldmáltíðar- ritualinum eru vorðin vígd, verða breyðið og vínið berarar av Jesu heilaga likami og blóði og hava undirskrift hansara og lyfti.
Altarborðið er tí háheilagt, og tí skal vígda breyðið og vígda vínið farast um við virðing og tign.
3) Hin Heilaga kvøldmáltíðin er ein felagsskapsmáltíð. Vit hava felagsskap við hvør annan, onnur kristin, tey, sum undan okkum eru farin og Jesus sjálvan.
Tá Jesus innsetti hina heilagu kvøldmáltíðina, hevði hann borðfelagsskap við lærusveinum sínum - eisini Judasi.
Serliga er vert at leggja til merkis, at Jesus ikki rak Judas frá borðinum, hóast tað, at hann væl visti, at Judas um skamma stund fór at svíkja hann. Tí at av og á er uppi at venda, hvør er verdur og hvør ikki at koma til altars.
Menniskju eru, sum hava so stóra virðing fyri hini heilagu kvøldmáltíðini, at tey ikki tora at koma til altars. Ikki er heldur altíð talan um tey vánaligastu kristnu menniskjuni. Einki ringt er í tí at hava stóra virðing fyri nøkrum so stórbærum sum at hava felagsskap við Harran sjálvan og alt kirkjulið hansara - bæði livandi og deyð. Og tað er júst hetta, hin heilaga kvøldmáltíðin er: vit fáa lut í Harrans Jesu heilaga likami og blóði og harvið lut í uppreisn hansara og samfelag við hann.
Eini foreldur mistu einasta barnið í eini vanlukku. Faðirin hevði altíð havt tað fatan, at altarborðið var honum ov heilagt. Men eftir barnsins deyð varð øðrvísi:”Í hini heilagu kvøldmáltíðini eru vit í sama kirkjuliði,” segði hann. Hann hevði skilt tað! Hin heilaga kvøldmáltíðin hevði víst honum tað, sum mong orð ikki kundu: at hóast vit eru mong og ymisk, so eru vit kortini øll limir á Kristi likami, og hann er høvur likamsins - og at tey heilagu hesumegin og tey heilagu hinumegin eru í sama kirkjuliði, sum Grundtvig sigur í einum av sálmum sínum:
Helgen her og helgen hisset
er i samme menighed!
Hetta verður ímyndað við knæfallinum ella altarringinum, sum í flestu kirkjum okkara er ein hálvringur, ið ósjónliga heldur fram runt um altarið og inn í ævinleikan. Myndin er henda: vit hava felagsskap við hvør annan, onnur kristin runt um í heiminum og okkara deyðu - tey, sum undan okkum eru farin - og øll eru vit eitt í Kristi.
4) Hin Heilaga kvøldmáltíðin er ein takkarmáltíð, har vit takka Gudi fyri allar vælgerðir hansara og gávur í hini heilagu kvøldmáltíðini. Tí er Harrans máltíð eisini ein gleði- og hátíðarmáltíð, har vit bera Gudi lovprísingaroffur. (Sí nr. 2).
So kemur spurningurin: Hvussu við børnunum, kunnu tey koma til altars?
Tá Jesus innsetti hina heilagu kvøldmáltíðina, helt hann páskamáltíð saman við lærusveinum sínum. Páskamáltíðina hildu Ísraelsfólk til minnis um útferðina úr Egyptalandi frá trældómi til frælsi. Jesus gav hesi páskamáltíð annað innhald, sum er okkara kvøldmáltíð, har hann sum hitt sanna páskalambið gevur okkum frælsi.
Ísraelsfólk hildu eisini sabbatsmáltíð kvøldið fyri sabbatsdagin, og summi halda, at hin heilaga kvøldmáltíðin eisini hevur nakað við hesa máltíð at gera.
Nú vóru bara vaksnir menn til staðar undir hini fyrstu heilagu kvøldmáltíðini, men týðiligt hevur verið síðani, at hon varð eisini ætlað øðrum enn teimum - øllum kirkjuliðinum.
Bæði til páska- og sabbatsmáltíðina vóru børnini við og tóku lut. Tey tóku enntá lut í ritualinum. Hesar máltíðir vóru fyri alt húski.
Somuleiðis var Harrans máltíð upprunaliga millum tey fyrstu kristnu og í fornkirkjuni fyri øll tey doyptu - alt húski og tí eisini børnini. Spurt varð ikki, hvussu nógv tey skiltu av tí, sum fór fram. Tey vóru bara natúrliga við, tá tey kristnu hvønn sunnudag - kanska oftari - komu saman til hesa máltíð, tí at Jesus hevði givið boð um, at henda máltíð skuldi haldast ofta. Sagt verður, at fornkirkjan ikki bara loyvdi børnunum at koma til altars, men eisini eggjaði foreldrunum til at hava tey við.
Sjálvandi skuldu børnini alast upp í kristnari trúgv og so við og við sum tey vuksu til læra, hvat tað snúði seg um, eins og kravt verður, tá børn verða doypt. Men eins og børnini verða doypt áðrenn tey vita og skilja nakað, soleiðis kundu tey á sama hátt koma til altars.
Kirkjufaðirin, Augustin, sigur um hetta, at børn - ja, enntá doypt pinkubørn - kunnu koma til altars:“Ja, tey eru pinkubørn, men tey eru limir hansara. Tey eru pinkubørn, men tey taka við sakramenti hansara. Tey eru pinkubørn, men fáa lut í borði hansara, til tess at tey mega hava lív í sjálvum sær...Gevur ikki tað, at pinkubørn koma til altars, bestu meining, um vit trúgva tí, sum vit siga um tey, tá tey verða doypt? Eru tey frelst í dópinum og sameind við deyða, jarðarferð og uppreisn Krists og í...livandi samfelag við Krist og katólsku (almennu - alheims) kirkjuna, hví so ikki geva teimum føðslu og føða tey við tí likami og blóði, sum tey hava samfelag við?” (leysliga).
Aðrir kirkjufedrar, t. d. Cyprianus, loyvir eisini børnum at koma til altars.
Eysturkirkjan - hin ortodoksa kirkjan - sum møguliga er ein hin elsta kirkjan av øllum - hevur altíð og loyvir enn børnum at koma til altars. Børnini koma enntá til altars sama dag, sum tey verða doypt, tí tey tá eru fullgyldigir limir og hava tí sama rætt til sakramenti, sum tey vaksnu. Pinkubørn fáa bert eitt sindur av víni, kanska eitt lítið petti av breyðinum. Men tað hevur einki við sjálva gudfrøðina um hetta at gera, men heldur at pinkubørn ikki kunnu eta fasta føði.
Størri børn fáa eisini breyðið í ortodoksu kirkjuni. Har verður ídypping nýtt, so at tey, ið koma til altars, fáa breyð og vín samstundis.
Tá børnini eru vorðin um 8 - 9 ára aldur, og hildið verður, at tey eftir førimuni kunnu skyna á illum og góðum, verða tey, eins og vaksin, eggja til at fasta og skrifta, áðrenn tey koma til altars.
At loyva pinkubørnum at koma til altars var eisini galdandi í vesturlendsku kirkjuni - tí rómversk katólsku kirkjuni - til 13. øld. Spurningur varð ikki av álvara settur við barnaaltargang fyrrenn í 12. øld. Tá varð ikki talan um, at børnini fyri ein part skuldu skilja nakað av tí, sum fór fram, men heldur óttin fyri vanhalgan av altarbreyðinum, um barnið ikki megnaði at eta tað. Tað førdi so við sær í fyrstu syftu, at barnið bert fekk vínið. Tá so leikfólkið seinni í rómversk katólsku kirkjuni bert fekk altarbreyðið og ikki vínið - sum m. a. Martin Luther førdi innaftur - so datt barnaaltargangurin burtur.
Seinni - í 13. øld - undir einum kirkjufundi í 1215, róptur Fjórða Lateran Conciliið, varð avgerð tikin um, at fólk, sum komu til altars, minst eina ferð um árið skuldu koma til skrifta. Tí kundu eisini bert tey børn koma til altars, sum vóru so mikið gomul, at tey høvdu skil fyri at gera ein ávísan mun á illum og góðum.
Martin Luther, kravdi, at tey, sum komu til altars, fyrst skuldu skrifta syndir sínar.
Hvussu er støðan til henda spurning nú, um pinkubørn ella børn kunnu koma til altars?
1) Ortodoksa kirkjan. Í ortodoksu kirkjuni halda tey fram at loyva pinkubørnum og børnum at koma til altars, sum tey altíð hava gjørt.
2) Rómversk katólska kirkjan. Í rómversk katólsku kirkjuni er tann skipanin nú galdandi, at børnini í aldrinum frá 7 - 8 ár ella 7 - 10 ár kunnu koma til altars og verða konfirmerað í sama aldri. Tað eru tó røddir innan rómversk katólsku kirkjuna, sum vilja hava børnini at vera eldri, áðrenn tey koma til altars, so at tey betur kunnu skilja, hvat Harrans máltíð hevur at týða og eisini verða konfirmerað seinni. Onnur vilja fara aftur til tað aldargomlu kirkjuskipanina alt frá fornkirkjuni - teimum fyrstu kristnu - og ikki bara loyva børnum, men eisini pinkubørnum at koma til altars.
3) Anglikanska kirkjan. Í anglikansku kirkjuni er ymiskt, hvussu farið verður fram. Í summum kirkjum verður loyvt pinkubørnum at koma til altars og børnum annars, áðrenn tey eru vorðin konfirmað. Aðrar anglikanskar kirkjur fylgja meira ella minni tí rómversk katólska framferðarháttinum.
4) Hin evangeliska katólska kirkjan. Hin evangeliska katólska kirkjan er ein sjálvstøðug kirkja, sum er grundað á luthersku læruna, og sum í løtuni hevur u. l. 500 limir. Hon loyvir pinkubørnum og børnum annars at koma til altars. Henda kirkjan er í USA.
5) Í øðrum protestantiskum kirkjum er rættiliga ymiskt, hvussu farið verður fram. Tað verður ov drúgført at koma nærri inn á tað her.
6) Hin evangeliska lutherska kirkjan. Í hini evangelisku luthersku kirkjuni er siðvenjan somuleiðis ymisk. Í hesum viðfangi verður víst til tað sama, sum sagt varð um anglikansku kirkjuna.
Annars kravdi Martin Luther skriftamál áðrenn farið varð til altars, sum áður sagt, so hjá honum var ikki rúm fyri pinkubørnum. Summar kirkjur fylgja framvegis Martini Lutheri í hesum, men í flestu luthersku kirkjunum man hetta kravið nú vera dottið burtur. Hetta kravið var eisini galdandi hjá okkum, men er somuleiðis dottið burtur eins og í donsku kirkjuni. So at hóast dentur verður lagdur á, at tað er gagnligt at skrifta, so ber tó til at koma til altars uttan at hava verið til skriftamál áðrenn.
Til seinast okkara kirkja, Hin føroyska fólkakirkjan, sum í hesum samanhangi hevur somu skipan sum Danska fólkakirkjan. Siðvenjan var, at fyrsti altargangur hjá einum barni, var eftir at tað var vorðið konfirmerað. Seinni kom ein regla um, at um foreldrini vildu hava barnið til altars, áðrenn tað var vorðið konfirmerað, so kundi tað koma, um presturin loyvdi tí. Uppaftur seinni kom ein onnur regla, sum framvegis er galdandi, um at um foreldrini vilja hava barnið til altars, áðrenn tað er vorðið konfirmerað, so kann tað koma, og presturin kann ikki nokta tí.
Barnaaltargangur er tí vorðin alt meira vanligur - samsvarandi fornkirkjuni. Men enn er óvanligt at nýføðingar ella pinkubørn koma til altars. Eg veit ikki, um tað yvirhøvur kemur fyri, tó at einki skuldi verið í vegin fyri tí, samsvarandi tí, sum áður er sagt hesum viðvíkjandi.
Annars eru foreldur, sum koma til altars, og hava børnini við, uttan at tey fáa Jesu likam og / ella blóð.
Um børnini ikki skulu hava Jesu likam og / ella blóð, kann presturin leggja hondina á høvur barnsins og siga nøkur signingarorð. (Sí viðmerking til seinast).
Koma børn til altars, fáa tey vanliga bert breyðið. Onkur prestur letur tey fáa eitt sindur av víni. Tað kemur eisini fyri, at móðirin ella faðirin letur barnið fáa eitt sindur av víni frá sær úr serkalikinum.
Leggjast kann afturat her, at siðvenjan bæði í fornkirkjuni og í ortodoksu kirkjuni um at loyva pinkubørnum og børnum sum heild til altars eins væl og vaksnum, hevur vakt ans og áhuga í mongum kirkjum í vesturheiminum, sum annars ikki hava verið partur av hesi siðvenju.
Tað er tó givið, at vit hava nógv at læra av børnunum. Sjálvur sigur Jesus:”Um tit ikki venda um og verða eins og børnini, koma tit als ikki inn í himmiríkið.” (Matt.18,3).
Latum okkum læra av tí lítla dreinginum, sum hevði verið til altars. Presturin spurdi hann, um hann nú visti, hví hann gekk til altars. Tá hugdi drongurin undrandi og spyrjandi upp á prestin og svaraði smílandi:”Tú ert prestur og veitst tað ikki? Tað er sjálvandi, tí at Jesus hevur sagt, at vit skulu!” Eitt einfalt og gott svar. Tí soleiðis er. Onnur grund krevst ikki hjá okkum menniskjum fyri at koma til altars, enn at Jesus sjálvur býður okkum at koma. Einki við tí, at fyrst mugu vit vera so ella so, gera hetta ella hatta, ella skilja so og so nógv, tí at so kunnu vit ongantíð koma. Vit verða so í okkum sjálvum ongantíð nóg verdug og koma ongantíð at skilja til fulnar. Í viðurskiftum okkara við Gud koma vit so ongantíð longur enn børnini, sum Jesus enntá hevur sett okkum sum fyridømi. Ja, vit kunnu enntá læra av teimum í teirra einfaldni.
Tað var einaferð ein ungur prestur, sum skuldi fara úr gamla embæti sínum í eitt annað. Fráfaringarveitsla varð hildin, og mong vóru tey, sum reistust við borðið, og takkaðu prestinum og prestafrúuni fyri mangt og mikið, sum tey høvdu útint í prestagjaldinum tey farnu árini. Men so var tað ein maður, sum reistist, og takkaði børnunum. Tey vóru regluliga komin í kirkju við faðir og móður og høvdu regluliga verið við til hina heilagu kvøldmáltíðina á jøvnum føti við teimum vaksnu. “Í fyrstuni ilskaðist eg um, at tey komu til altars,” segði maðurin. “Tey vóru jú bara børn. Og eg helt, at altarborðið var bara fyri tey vaksnu. Í minsta lagi máttu tey vera konfirmað fyrst. Tí tey skiltu jú einki av øllum. Men í somu atløgu mátti eg siga við meg sjálvan:”Hvussu nógv skilir tú í grundini sjálvur?” Og so fór eg at leggja til merkis, hvussu vóngóð, vónrík, náttúrlig og glað tey komu til altars. Tað var nakað, sum tey sóu fram til - at møta Jesusi har. Børnini í sínum einfaldni gjørdust lærumeistarar mínir. Eg havi lært nógv av teimum, og eg fari nú til altars á ein heilt øðrvísi hátt enn áður. Eg havi fingið eyguni upplatin fyri stórleikanum í altarborðinum.”
Sjálvur sigur Jesus:”Tann, sum etur hold mítt og drekkur blóð mítt, hann verður verandi í mær, og eg í honum.” (Jóh. 6,56). Hetta er loyndardómurin. Ongastaðni koma vit Jesusi so nær sum við altarborðið. Jesus gevur seg sjálvan, so at vit mega liva.
So eiga vit í lýdni at gera eftir Jesu boðum og koma, tá hann býður okkum til kvøldmáltíð sína og sigur:”Gerið hetta til mínar áminningar!” ”Komið, tí at nú er alt tilgjørt!” Bæði børn og vaksin.
Tann gamla siðvenjan, sum hevur uppruna sín millum tey fyrstu kristnu - og tí í fornkirkjuni - er tí tann, at øll doypt, bæði vaksin og børn, ja, enntá pinkubørn eru vælkomin til altars - vísandi til Matt. 19,14 og Mark. 10,14, har Jesus sigur:”Latið smábørnini koma og forðið teimum ikki at koma til mín; tí at himmiríkið hoyrir slíkum til.” (Matt. 19,14). Ella:”Latið smábørnini koma til mín, forðið teimum tað ikki, tí at Guds ríkið hoyrir slíkum til.” (Mark. 10,14).
Viðmerkingar:
Mær tykir, at tað er gott og gagnligt, eisini av “praktiskum” og “pedagogiskum” grundum, at foreldur ella onnur vaksin hava børn við til altars, so at tey so tíðliga sum gjørligt kunnu venjast at koma upp til altarið, og at tað á tann hátt verður natúrligt fyri teimum. At byrja um konfirmatiónsaldur ella eftir konfirmatiónina kann gera tað tyngri. Bara tað at koma fram, kann vera ein fyritøka. Hetta kann vera ein forðan, hóast tað, at viðkomandi kanska fegin vil koma. Var hann / hon frá barnsbeini vanur / von at koma til altars, var henda forðanin burtur.
Eru børn og / ella vaksin, sum koma fram at knæfallinum og givið verður til kennar, at tey ikki skulu hava altarsins sakramenti, kann presturin leggja hondina signandi á høvur barnsins / hins vaksna og sigur:
Harrin vælsigni teg og varðveiti teg.
Ella:
Harrin vælsigni teg og varðveiti teg frá øllum illum og leiði teg til hitt æviga lívið.
Ella:
Gud varðveiti teg í dópsins náði til hitt æviga lívið.
Frá Anne Mette Greve Klemensen, presti í Fuglafjarðar prestagjaldi:
Er altarsgestur / eru altarsgestir, sum bert kann / kunnu fáa breyðið (Jesu likam) ella bert vínið (Jesu blóð), kann presturin, ístaðin siga samsvarandi undir útbýtingini (møguliga meðan hondin verður løgd á høvur altargestsins):
Likam Jesu Krists er eisini givið fyri teg / Blóð Jesu Krists er eisini úthelt fyri teg.
Onnur tíðindi