Skriva út
Altarbókin og kirkjumálið
31.03.2011 Tíðindi

Einaferð á heysti í 2012 er ætlanin at tann nýggja Altarbókin kemur út. Bókin ber hetta sigandi heitið, tí hon liggur á Harrans altari í kirkjuni. Hon er grundarlagið undir læru og málburði fólkakirkjunnar.
Í Altarbókini eru bønir til sunnu- og halgidagarnar í kirkjuárinum. Eisini eru bønir til serligar løtur, bæði góðar og tyngri løtur á lívsleiðini.
Tann bíbilski teksturin er tikin úr bíbliutýðingini, ið Jákup Dahl, próstur, og Kristian Osvald Viderø løgdu úr hondum. Málið er mergjað og gott og ber ein tignarligan dám, ið hóskar væl til sálmarnar og gudstænastuna sum heild. Ikki minst til ævihátíðir manna klæðir ta løtuna, at málið situr væl.
Uppskotið til nýggja Altarbók varð handað biskupi um ársskiftið, og nú fer ein serlig nevnd at lesa, rættlesa og meta um úrslitið.
Í fólkakirkjuni eru viðurskiftini rundan um hámessuna skipað við lóg. Løgmaður løggildar ritual, altarbók og sálmabók eftir tilmæli frá biskupi um landsstýrismannin.
Er talan um bíbliutýðing, ið skal løggildast til nýtslu í kirkjuni, er mannagongdin ikki minni neyv. Tað er løgmaður, ið løggildar eina bíbliutýðing eftir tilmæli frá landsstýrismanninum. Tá farið verður undir eitt slíkt arbeiði, verður ein breitt samansett nevnd sett at gera týðingina.
Tann nýggja Altarbókin er tekin um, at leiðslan í fólkakirkjuni hevur avgjørt, at súlan í føroyskum kirkjumálið – Halgabók – nógv ár framyvir er bíbliutýðingin hjá Dahl og Viderø. Altarbøkur koma ikki út á hvørjum ári.
JF.
Onnur tíðindi