Skriva út
Altarbók Føroya Kirkju
22.02.2012 Tíðindi

Undanfarni biskupur, Hans Jacob Joensen, setti fyri árum síðani eina nevnd av prestum at arbeiða fram ímóti eini altarbók og eini ritualbók.
Núverandi biskupur staðfesti hesa arbeiðsnevnd, ið varð víðkað við einum limi og einum skrivara. Nevndin hevur nú lagt úr hondum eitt fullfíggjað uppskot til altarbók og heldur fram við ritualbókini.
Sum ein liður í arbeiðsgongdini hevur Altarbókin verið til hoyringar millum prestarnar, ið fingu møguleikan at gera skrivligar viðmerkingar. Altarbókin er eisini umrødd og viðgjørd á almennum prestafundi.
Í arbeiðsnevndini sita sóknarprestarnir Jónsvein Bech, Meinhard Bjartalíð, Anne Mette Greve Klemensen og Emil Olsen. Skrivari í nevndini er Bergtórur Hjelm Bjarkhamar.
Nevndin metti nú, at álitið um Altarbókina var búgvið at lata úr hondum.
21. februar 2012 kl. 10 varð álitið um Altarbókina handað biskupi, ið fer víðari við hesum áliti til eina nýggja nevnd sambært Løgtingslóg nr. 60 / 2007 § 16.
Tann nýggja nevndin skal fara ígjøgnum fyriliggjandi álit, meta um og gera eitt tilmæli til biskupin. Tað er løgmaður, ið løggildar Altarbókina eftir tilmæli frá biskupi.
Í hesi seinru nevndini verða : Eitt umboð fyri Prestafelagið, og tvey leikfólk, ið Felagið fyri Kirkjurárðslimir velur. Dómprósturin er føddur limur.
Biskupur fer at heita á Prestafelagið og Felagið fyri Kirkjuráðslimir um at manna nýggju nevndina. Eftir ætlan verður Altarbókin løggildað Lutherárið 2017.
Altarbókin verður útgivin uttan løggilding sum ein royndarútgáva um kirkjuársbyrjan 12/13 ella so skjótt sum møguligt. So kunnu kirkjuráðini og prestarnir taka støðu til, um tey ynskja at royna nýggju Altarbókina, áðrenn hon verður endaliga løggildað.
JF.
Onnur tíðindi