Skriva út

Almennur takksemisdagur

08.10.2020 Tíðindi

Gjøgnum tíðina hava vit hildið serstakar dagar, søkur og vøkur, tá fuglurin kemur og fer, og tá Mikkjalsmessa, Pálsmessa, Mariumessa ella Tollaksmessa eru.

Vit hava sett hesar dagar inn í eitt høpi, og fleiri hava minst og minnast enn, hví dagurin eitur so, ella hvat halgimenni er handan dagin. So er ikki longur. Hesir dagar standa ikki longur so rimmarfastir í huganum hjá fólki, sum teir hava gjørt. Vit vraka kanska Mikkjal, Tollak og Mariu og teirra dagar og fara at seta okkum sjálvi og tey, sum vit vara av inn í ”nýggjar dagar”.

Tí vit hava fingið fleiri dagar, sum koma við áheitan á okkum um at gera okkurt serstakt. Ein ávísan dag skulu vit øll heiðra mammuni, ein dagur er ein pápadagur, besti grannadagur, besti hettar og besti hattar. Ein dagur til hetta høvið og annar dagur til annað høvið.

Vit pallaseta, taka myndir av blómutyssi frá børnunum og keypta rundstykkinum á mammudegnum og dokumentera á almennum miðlum okkara veruleika. Tí annars er hann ikki til. Ella er hann? Fær hann bert lív, tá blái ”dáma tummilin” vissar okkum um, at alt er veruligt? Um eg haldi alt inni í stovuni á mínum maktrikkuli, hvat skal so rósan ella wienarbreyðið gagna?

Tað, sum ikki er pallsett, er ikki til! Myndin má við!

Vit gera øll tað sama í senn. Eta veganst, baka við súrdeiggi, lesa somu bøkur, sum eru uppskriftarbøkur, sum siga, hvussu vit skulu liva okkara lív. Vit siga, at tað, sum hevur týdning, er tað, sum tú sært, og gloyma kanska, at tað mest virðismikla síggja vit við hjartanum. Hvar eru okkara spontanu empati og sympati kenslur?

Vit hava hoyrt søgur um fólk í gomlum døgum, sum vóru í trongstøðu, og so lá brádliga ein teggja á durðasteininum ella eitt breyð ella annað, sum fólk megnaðu at hjálpa við. Í stillum og ongin skuldi síggja, hvør gav.

Tað, sum sigur, at ein gerð er góð, er, at tú ikki veitst, at tú hevur gjørt eina góða gerð. Høgra hond skal ikki vita, hvat vinstra ger.

Las um eina kirkju, har ónavngivin persónur hevði givið stásiliga ljósakrúnu. Prestur stendur og sigur frá hesi prýðiligu gávu, og at gevarin ikki vildi verða nevndur við navni. Við eitt reisir ein maður seg í kirkjuni og sigur: ”Ja, eg helt tað vera best soleiðis”.

Tíðin í dag krevur pallseting, eitt event, har vit øll skulu savnast til at hjálpa onkrum ávísum. Soleiðis dokumentera vit okkara góðgerðir og gloyma heilt kvinnuna, sum gav ”alt hon átti, alla ogn sína” í mun til okkum, sum kanska bara geva burturav okkara yvirskoti? Men hennara góðgerð varð so dokumenterað, so vit í dag, yvir 2000 ár seinni, enn lesa um hana.

Eru vit øll ein einslitaður hópur í dag, sum fer higar og hagar, sum ein stimi, alt eftir hvussu rákið er í samfelagnum í dag?

Tá mamma var farin foldum frá, fann eg eina rúgvu av ymsum kortum, sum hon hevði fingið gjøgnum sítt langa lív. Heilsanir á páskum og jólum, til rundar dagar og ymsar heilsanir frá børnum og ommubørnum. Øll vóru tey lisin og goymd. Tey vóru hennara og bara hennara.

Nýggir dagar og nýggjar tíðir. Onki stendur í stað. Lætt er at finnast at og halda, at motivini eru hesi ella hasi. Vit liva í skundmiklum degi og tíðin er knøpp. So ja, hesar nýggju dagarnar kunnu vit skíra at vera kommersiellar ella ongan týdning at hava, til mann ein dagin sjálvur fær eitt fitt sms frá einum av børnunum við persónligum teksti, sum sigur «kvf minti meg á, at í dag er altjóða takksemisdagur, so eg vil fegin siga tær…»

Og gleðir tú eitt menniskja, so er dagurin bjargaður, óansæð!