Skriva út

Allahalgan í Glyvra kirkju

27.10.2009 Tíðindi
Allahalgan í Glyvra kirkju

Alla halganna sunnudag verður gudstænasta við altargongd og sunnudagsskúli kl. 11. Nøvnini á teimum, ið eru deyð í prestagjaldinum síðani 1. november í fjør, verða lisin upp.

Alla halganna sunnukvøld kl. 20-22 verður høvi at njóta kvirruna í kirkjurúminum, tendra ljós í ljóskolbuni og minnast ein kæran. Aftanbøn er kl. 21. 45.