Skriva út

All Lives Matter

20.07.2020 Tíðindi

Litir eru allastaðni rundan um okkum, í okkum, á okkum.

Í kirkjuni eru litir alt eftir, hvar í kirkjuárinum vit eru stødd. Júst nú er tað grøni liturin.

Lýsingarheimurin hevur litir. Vit kenna lýsingar aftur á ymsu litunum. Náttúran er ein litpalettur øll, sum hon er, nú er hon grøn og sevjumikil og hevur nuansur, sum vit bara síggja á hásumri. Reyða og appelsinlitta valmuan, sum stendur so steyrrætt og vøkur og lítur niður til lítla, hvíta og gula summardáan. Øll sortugrøsini við teirra sterku litum og sóljurnar fram við fossum og áum. Fuglarnir eru litfagrir, bringureyði, hvítu og gráu likkurnar, lundin við sínum
pappageykanevi og tjaldrið við sínum reyðu beinum.

Loðlittu lærmoyggjarnar hava reyð bein, vespan er gul og seyðurin hevur litir á sín serstaka hátt. Fiskurin í sjónum, sílið, reyðfiskurin og kalvan.

Hábærsligi, svarti hvalurin og og  reydliga igulkerið.

Gulreyða moldin í Miðeystri til okkara døkku mold herheima. Stjørnur og sólin og blái mánin. Og hvør minnist ikki, tá bláa ljósið seig yvir oyggjarnar, tá sólarmyrkingin var og heita, gleða kenslan, tá Nólsoyggin aftur lá ljós og føgur harúti?

Gleðin er gul á páskum og reyð á jólum. Kærleikin er reyður allur sum hann er!
Og heimini hjá okkum hava havt allar himmalsins litir til mótarákið vendi og alt varð svart/hvítt/grátt, til mann smátt um smátt aftur hómar gul hús og grønar stovuveggir og retro leirkrúss.

At síggja hermenn í gráum búna fær ikki hjartastreingir at tita, men ein litrík skrúðgonga við ítróttarfólki, sum hava ymsar litir gleðir ein. Hugsa bara um kappróðrabátarnar? Og vit kunnu atkvøða reytt, liva grønt, men ikki arbeiða svart.

Litir siga eisini nakað um okkara sinnisrørslur. Grøn av øvundsjúku, lagið er blue, hvítur í øði, reyður í høvdinum, og tað kann sortna fyri eygunum, tá kenlsurnar fara neiliga við okkum.

Og soleiðis mann Skaparin hava stuttleika sær, tá breiði pensilin málaði allar litir á alt og øll og hábærslig og ymisk djór komu undan, sum fílur ella sjóhesturin ella meyran ella ørnin við sínum gula nevi og svarta baki.

Margfeldni!

Og soleiðis eisini tá tað kemur til okkum menniskju. Her eru aftur litir, vit eru gul, reyð,hvít og svørt, brún, men av eini ella aðrari, løgnari orsøk er tað ein trupulleiki. Vit eru øll menniskju, sum nakin komu inn í heimin og nakin fara út  úr heiminum aftur. Og til tað hendir, so skulu vit øll liva her.

Nøkur eru høg, lág, nærsýnt, hava vírik, eru breið ella smøl, hava ymsar nasar og ymisk kjálkabein. Nøkur búgva, har tað er ísakalt og fleiri, har tað er glóðheitt og summi har tað regnar illa. Men øll somul eru vit menniskju, sum verða fødd av kvinnu, hava eina tíð á foldum og fara so av foldum aftur. Ongin munur er á okkum, vit eru bara mannabørn. Men tað halda øll ikki, og so kemur happing og tvídráttur, tí onkur heldur seg hava størri rætt at vera til enn onnur. Heldur seg kunna stigbenda virðið, men fer so grúliga skeivt, tí vit hava øll eins virði, aldantíð vit eru menniskju.

Og í hesum døgum har jørðin illa fær anda og koronusjúklingar doyggja, tí teir heldur ikki fáa anda, og so síggja vit í tíðindum á skíggjanum eirindarleyst menniskja, sum misnýtir eitt vald og kvalir eitt annað menniskja, sum bønar um hjálp, tí hann kvalist. Og tað gjørdi hann!

Og fólk og bólkar tala at og siga vit mugu vanda okkum meiri um, hvat vit gera og siga. Runt um í heiminum eru fleiri, sum vilja hava ávísar standmyndir tiknar  niður, tí hesar siga frá eini ræðuligari tíð og eisini eru standmyndirnar hjá Thorvaldsen av Kristusi nevndar, tí hesar eru hvítar og vísa ein hvítan mann, sum nógvar gera. Onkur sigur at tær skulu burtur, tí Jesus var ein maður úr Miðeystri og sá ikki soleiðis út. Men gloyma vit  ikki, at Jesus kemur til sjóndar, sum ein av okkum, so sum vit kenna hann? Hann, sum hevur sett alt í gongd, mann hann ikki vita sær veg til japanara ella kinverja ella breta ella inuit?

Hvat hevur týdning? Litir? Tá vit hava verið deyð nakrar tímar er ikki nógvir litir eftir í nøkrum av okkum.

Ístaðin fyri at fegnast um bláu gongustjørnuna, við akvamarin bláa havinum, alskyns blómum og menniskjum í øllum litum og at hetta er lívsins gáva, so fara vit at virðismeta fólk og lond og tjóðir. Vit marka og spæla við okkara vøddum og pengum og avmarka onnur, so tey ikki kunnu ella sleppa at blóma sum menniskju.

Dagurin og tíðin í dag hevur bara tínar og mínar hendur at gera nakað øðrvísi og betri og tað áliggur okkum sum ein etisk skylda, at bøta um og gera betri.

Skal heimurin broytast, so má eg byrja við mær sjálvari, og einasti háttur at broyta hugburð og neiligan atburð er at byrja verður í uppalingini av nýborna barninum.

All lives matter, ikki so? Hugsa um Hirðan, sum hevði hundrað seyðir, men lat teir níggju og níti seyðirnar vera eftir og fór út og fann hin eina, sum var horvin. Kanska var hann svartur ella hvítur, kinverji ella dani, bar brek ella ikki, óansæð hvat, so hava vit øll eins virði.

Og hvussu við vakra boðnum at ”vera móti øðrum, sum tú vilt hava tey at vera móti tær”?

Í einari tíð, sum okkara beint nú, har ein virus hóttir okkum, meg og míni og teg og tíni, har umhvørvið er niðurpínt og dálking er allastaðni og vakstrarhúsárinið ber boð um okkara grammleika, so skuldi verið almikið, sum fekk okkum sum menniskju at miðsavnast og verða betri við hvønn annan og stríðast fyri nøkrum betri, men so er ikki!

Tað er til at kvalast av, hóast vónin er ljósagrøn, sigst…