Skriva út

Aftur føstuklokkan ljóðar

09.03.2023 Tíðindi

Í flest øllum kirkjum kring landið verða hildnar føstuguðstænastur. Føstan er fyrireikingartíðin til stóru páskahátíðina. Í einari kongaligari danskari lóg frá 1600-talinum verður sagt um føstutíðina, at hetta er tíðin, hvar ”et Guds Barn burde være meest andægtigt”.
Passiónssálmar ella føstusálmar hava í øldir sett dám á hesa tiðina í kirkjuárinum, men hvørjir sálmar mynda føstuguðstænastunar í dag?

Í danskari kirkjusøgu skula vit aftur til 1639 fyri at finna upprunan til vikuligar føstuguðstænastur. Tá varð kravt at prædikast skuldi yvir pínslusøguna í føstutíðini. Tó at ongar keldur siga nakað beinleiðis um føstuguðstænastur í Føroyum um hetta mundi, so er ivaleyst, at tað, sum sett er í gildi í Danmark og Noreg eisini varð sett í gildi í Føroyum.

Guðstænastunar skuldu typiskt liggja mikumorgun tær seks vikurnar í føstuni. Prædikast skuldi yvir pínslusøguna, tað sonevndu passiónsharmoniina, sum Peder Palladius longu í 1556 týddi til danskt eftir reformatiónsmannin Johann Bugenhagen. Pínslusøgan er ein samanskriving av teimum fýra evangelinum til eina samanhangandi forteljing. Liturgiin skuldi verða niðurtónað, soleiðis at pínslusøgan kom at standa klár í hugaheiminum hjá kirkjugangarnum.

Líðing, ivi og skilnaður eru tey trý hugtøkini, sum prædika, bønir og sálmar í føstuguðstænastuni skuldu reflektera. Sálmarnir, vit nevna føstusálmar, eru tí í høvuðsheitum sálmar, sum reflektera ella parafrasera pínslusøguna. Føstusálmar verða vanliga ikki sungnir til sunnudagsguðstænasturnar, tí tær hava ikki pínslusøguna fyrr enn langa fríggjadag.
Siðurin at hava føstuguðstænastur í Danmark helt sær ikki so leingi sum í Føroyum, og tá komið var nakað út í 1900-talið varð hesin siður avlagdur nógvastaðni.

Áhugin fyri passiónini, vaks í 1600-talinum, har størri dentur varð lagdur á føstu, bøn og inniligheit. Yrkjarir fingu íblástur til passiónir og passiónssálmar og -vísir. Kendastu passiónssálmanir í Føroyum eru sjálvandi teir hjá danska sálmasaldinum Thomas Kingo.

Føroyingar kendu helst eisini passíusálmanar hjá íslendska Hallgrími Pétursson, tó at teir ikki hava verið brúktir í Føroyum. Men tá komið varð í 1700-talið og ”Kingo-sálmabókin” varð sett í gildi í Føroyum, blivu tað passiónssálmarnir úr henni, sum komu at mynda sangliga partin av føstuguðstænastunum.

Passiónssálmarnir hjá Kingo
Tað eru 17 passiónssálmar í ”Kingo”-sálmabókini, og Kingo hevur sjálvur yrkt allar. Teir standa aftast av sálmunum í bókini. Allir hava teir sama versfót: 8 reglur Troché 8.7.8.7.7.7.8.8., ein versfótur, sum Kingo hevði serliga stóran tokka til. Tey góðu 200 ørindini og skuldu allir syngjast til tað upprunaliga franska lagið til sálmin ”Som en Hiort med Trøst befangen”, men eftirsum tann sálmurin ikki er í sálmabókum longur verður lagið kallað: ”Jesus, dine dybe vunder”. Tónleikaliga úttrykkið var soleiðis eins og sjálv liturgiin nógv  niðurtónað.

Einans ein av passiónssálmunum hjá Kingo er í okkara sálmabók í dag. Tað er ein týðing hjá Elsu Bærentsen (nr 178 Lurtið væl, tit himnar høgu) av umyrktu útgávuni hjá Grundtvig av sálminum ”Hører til, I høje Himle”. Umframt hendan er einsamalla ørindið nr. 134 í sálmabókini ”Rita navn títt mær í hjarta”, sum er ørindi 15 ”Skriv dig, Jesus, på mit hjerte” úr upprunaliga sálminum við 29 ørindum ”Bryde frem, I hule Sukke”, sum Kingo hevði at syngja Langa fríggjadag. Ørindið er í sálmabókini ikki bólkað sum føstusálmur.

Í savninum yvir andlig vísiløg (Andlig vísuløg í Føroyum upptikin 1902-2002, Hoyvík 2006) hjá Mariannu Clausen, hevur hon einans funnið fimm variantar av lagnum til Jesus, dine dybe vunder. Her skula vit minnast til, at Kingo skrivaði allar sínar passiónssálmar til júst hetta lag. Tað kundi týtt uppá, at sálmanir ikki hava havt líka nógva útbreiðslu sum aðrir sálmar hava havt, td. ”Jeg vil mig Herren love” við útróðrarørindinum ”Nu flyer jeg til din nåde”, har 30 lagvariantum eru uppskrivaðir, ella páskasálmurin ”Som den gyldne sol frembryder” við 21 lagvariantum. Tann gleðileysa pínslusøgan í Kingosa passiónssálmun hevur helst ikki vunnið sær varandi pláss í sálmarepertoirinum, sum um fólk dugdu uttanat.

Passiónssálmarnir hjá Kingo hava tó verið sungnir til føstuguðstænastur í Føroyum. Sera ymiskt er, hvussu leingi hesin siður hevur hildið sær, alt eftir, hvar í landinum vit hyggja. Í Havnar kirkju verður roknað við, at kingosangurin varð avlagdur longu fyrst í 1800-talinum, og onnur sálmabók (Evangelisk-kristelig Psalmebog 1798) kom í brúk. Havnar kirkja fær longu harmonium í 1824, og Jógvan Waagstein, organistur og tónaskald, veit at siga, at kingosangurin í Havn varð avlagdur uttan stórvegis mótstøðu. Aðrastaðni hildu tey fast við at syngja Kingo til føstuguðstænastur, tó at hann varð avlagdur til vanligar guðstænastur.

Í Nólsoy varð kingosangurin avlagdur miðskeiðis í 1850-inum, men ikki fyrr enn í 1906 avger kirkjuráðið at leggja kingo-sangin av við føstuguðstænastur. Aðrastaðni í landinum, serliga norðanfyri á Streymoynni, Eysturoy og í Norðoyggjum skula vit longur inn í 20. øld fyrr enn Kingo verður avlagdur.

Sálmabøkur
Danska sálmabókin ”Salmebog for Kirke og Hjem” frá 1897 verður, tá nakað var liðið út í 1900-talið, tann sálmabókin, sum flestar kirkjur í Føroyum brúktu. Í 1930-árunum er bara í einstøkum bygdum, hvar Kingo framvegis verður brúktur. ”Salmebog for Kirke og Hjem” hevur omanfyri 30 sálmar, sum vóru bólkaðir ”Jesu Lidelse og Død”. 12 av Kingosa 17 passiónssálmum úr Kingo-sálmabókini eru í bókini, tó ikki í fullari longd.
Nevnast kann, at sálmurin ”Over Kedron Jesus træder” er styttur úr 14 ørindum niður í seks og sálmurin ”Sovie I? hvor kan I sove” úr 13 niður í fýra ørindir. Hendan danska sálmabókin varð brúkt til ”Sálmabók Føroya fólks” kom í 1960.

Á mangan hátt var føroyska sálmabókin frá 1960 kærkomin. Nú kundi kirkjuliðini syngja føroyskar sálmar til allar guðstænastur til báðar tekstrøðinar. Men sálmabókin hevði eisini hópin av veikleikum mótvegis donsku sálmabókini.Úrvalið millum teir 431 sálmarnar í bókini var ikki nóg stórt og serliga tá um føstusálmar ráddi. Í sálmabókini eru einans 3-4 sálmar, sum beinleiðis kunnu kallast føstusálmar. Hetta viðførdi, at í summum bygdum varð eisini danska sálmabókin brúkt til føstuguðstænastur, og aðrastaðni sungu tey úr Heimamissiónssangbókini.

Í Heimamissiónssangbókini frá 1951 eru 16 føstusálmar og í teirri frá 1975 eru heili 34 sálmar, sum taka støðu í føstuni. Í 1980 gav kirkjuráðið í Klaksvík út eitt hefti við føstusálmum. Grundgevingin fyri hesum var stóri tørvurin á føstusálmum.

Salomon Joensen, sum tá var prestur í Ónagerði savnaði, saman við Ásmundi Bertelsen á Strondum og Hjørleif Waag Høgnesen í Klaksvík 59 føstu- og kvøldsálmar saman at brúka til føstuguðstænasturnar í Christianskirkjuni. Góð helvtin av sálmunum eru eisini at finna í Heimamissiónssangbókini frá 1975.

Í heftinum eru millum sálmarnar nakrir av passiónssálmunum hjá Kingo týddir, nakrir eftir Grundtvig, t.d. ”Hil dig frelser og forsoner” í týðing hjá Gudmund Bruun og ein týðing hjá Edmund í Garði av einum av passíusálmanar hjá Hallgrími Pétursson. Hetta heftið varð eisini brúkt til føstuguðstænastur aðrastaðni í landinum.

Í 1990 kom nýggj sálmabók, ”Sálmabók Føroya kirkju” og í henni eru 27 sálmar, sum eru bólkaðir undir ”Jesu líðing og deyði. Føsta” (12) og ”Dymbildagavikan” (15).
Sálmarnir í føstuheftinum hjá klaksvíkingum eru í lítlan mun komnir við í sálmabókina. Summir, sum eru í heftinum eru í sálmabókini, tó í øðrum týðingum.

Ein søgulig tíðarlinja vísir broytingina av sálmasanginum til guðstænastur og føstuguðstænastur:

Føstuguðstænastur í dag
Føstuguðstænastur verða hildnar kring landið enn sum áður. Upprunaliga vóru guðstænasturnar mikumorgun áðrenn fólki fór til arbeiðis. Eftir 1855 varð prestum heimilað at flyta tær til um kvøldi, og eisini aðrir dagar vóru valdir at hava guðstænastu, t.d. hóskvøld ella sunnukvøld.
Tó at flestu kirkjur hava guðstænastu tey seks mikukvøldini í føstini eru summar kirkjur farnar at samstarva við grannakirkjur og skiftast um at hava guðstænastu. Soleiðis hava til dømis kirkjurnar í Havn (Havnar kirkja, Vesturkirkjan og Hoyvíkar kirkja) skiftst um mikukvøldini, so at hvør kirkja hevur tvær guðstænastur. Í einstøkum kirkjum hava tey færri enn tær seks guðstænastur.
Vanligt er, at prestar ferðast runt at prædika soleiðis at kirkjuliðini kunna hoyra annan prest enn teirra egna.
Liturgiin er er eitt sindur niðurtónað, kanska við at trúarjáttanin ikki verður lisin og at einans fýra sálmar verða sungnir. Stendur deknur fyri guðstænastuni verða summastaðnis bara tveir ella tríggjir sálmar sungnir.
Seinnu árini er tað blivið meira vanligt at gjørt verður eitt sindur burtur úr tónleikinum til guðstænastunar. Umframt orgultónleik verður nógvastaðni heitt á kór, sangarar og tónleikarar at koma at seta dám á løtuna.

Kanning
Fyri nøkrum árum síðani setti eg mær fyri at kanna, hvørjir sálmar verða sungnir til guðstænastur í Føroysku Fólkakirkjuni. Leiðslan í Fólkakirkjuni játtaði at stuðla hesum kanningararbeiðið. Í hesari greinini fara vit at hyggja eftir, hvørjir sálmar verða sungnir til føstuguðstænastur.
Kanningin byggir á 205 føstuguðstænastur í 24 kirkjum árini 2017 og 2018. 30 prestar, fimm leikfólk umframt deknar/organistar hava valt sálmarnar. Sungnir eru í hesum kirkjum 806 sálmar tilsamans.

289 svarandi til 36% av sungnu sálmunum eru føstusálmar bólkaðir undir ”Jesu líðing og deyði. Føsta” í Sálmabókini og úr Sálmabókauppískoytinum (2014) ”Jesu líðing og deyði”. Kvøldsálmar eru sungnir 121 ferðir svarandi til 15% av sungnu sálmunum.

Teir 10 oftast sungnu sálmanir eru hesir:

173

Klettur, klovin fyri mær

61 ferðir

174

Heilur, frelsari og Kristur

59 ferðir

167

Harri, í hesi føstutíð

50 ferðir

689

Tann dagur, tú gavst

31 ferðir

166

Aftur føstuklokkan ljóðar

30 ferðir

179

So stillan Jesus gongur

29 ferðir

575

Breið tínar náðiveingir

21 ferðir

176

Millum tey lágu tú helt teg

18 ferðir

192

Mín Jesus lat mítt hjarta fá

17 ferðir

170

Kristur, kongur, kærleiks kelda

16 ferðir


Umleið helvtin av sungnu sálmunum eru antin føstusálmar ella kvøldsálmar. Siðurin, at prestar ferðast um landið at hava føstuguðstænastur, ávirkar úrvalið av sálmum soleiðis, at færri ymiskir sálmar verða sungnir, tí kanningin vísir greitt, at prestar ikki taka hædd fyri, hvat kirkjuliðini annars hava sungið í føstuni.
Soleiðis kann t.d. nr 173 “Klettur klovin fyri mær” verða sungin tvær og tríggjar ferðir út av teimum seks guðstænastunum í somu kirkju.

Tríggir av føstusálmunum í sálmabókini skula syngjast við sama lag (nr. 168, nr. 171 og nr. 178) og tí kann hugsast, at bara ein av teimum verður valdur til somu guðstænastu, tí vanliga verður sama lag ikki sungið fleiri ferðir í somu guðstænastu.

Sálmarnir til føstunaguðstænastur eru ikki teir, sum fólk kenna best, burtur sæð frá: nr. 173, sum eisini verður sungin til jarðarferðir og teir báðir nr. 174 og nr. 192, sum ikki einans verður sungnir í føstuni. Føstusálmarnir eru í sínari náttúru hugsaðir sum fyrireiking til stóra hæddarpunktið: Jesu uppreisn páskamorgun. Adventssálmar eru á sama hatt ikki eins kendir sum jólasálmarnir.

Av 10 teimum mest sungnu sálmum er bara tann eini (689) úr Sálmabókauppískoytinum. Tríggjir av top-10-sálmunum stóðu eisini í gomlu sálmabókini frá 1960, nr 166, 173 og 192.
Av teimum 10 eru tríggjir uppruna føroyskir meðan eingin av teimum 10 verður sungin við uppruna føroyskum lagi.
Til stuttleika kann nevnast, at bæði tann oftast sungni føstusálmurin og tann oftast sungni kvøldsálmurin hava enskan uppruna.

Føstusálmarnir í sálmabókini, bólkaðir undir “Jesu líðing og deyði. Føsta” eru sungnir so ofta:

173

Klettur, klovin fyri mær

61 ferðir

174

Heilur, frelsari og Kristur

59 ferðir

167

Harri, í hesi føstutíð

50 ferðir

166

Aftur føstuklokkan ljóðar

30 ferðir

176

Millum tey lágu tú helt teg

18 ferðir

170

Kristur, kongur, kærleiks kelda

16 ferðir

168

Legg nú niður verðsligt sinni

12 ferðir

169

Jesus lív mítt lívgað hevur

12 ferðir

175

O, høvur sárt av sárum

7 ferðir

172

So elskar Guð oss

6 ferðir

178

Lurtið væl, tit himnar høgu

4 ferðir

177

Eg síggji teg, Guðs lambið

3 ferðir

171

Jesus, tíni sár og pína

2 ferðir

Fimm føstusálmar eru sungnir færri enn 10 ferðir, 171 (2), 172 (6), 175 (7), 177 (3) 178 (4).

Av teimum 16 sálmunum, bókaðir undir “Kvøld” í sálmabókini eru seks av teimum ikki sungnir yvirhøvður og aðrir seks millum einaferð og 5 ferðir.

Sálmar, bókaðir undir ”Kvøld” eru sungnir so ofta:

575

Breið tínar náðiveingir

21 ferðir

567

Dagsins eyga slóknar nú

10 ferðir

566

Hin ljósi dagur hallar

8 ferðir

560

Nú dagurin at enda er

7 ferðir

561

Nú sólin aftan fyri fjall

5 ferðir

574

Dagurin aftnar, ver okkum hjá

4 ferðir

569

Tíðin rennur, dagur líður

3 ferðir

572

Nú letist aftur eyga mítt

2 reisir

571

Nú hvíld er yvir bygd og bý

1 ferð

568

Dagurin nú hvørva tekur

1 ferð

562

Gott at hava hvíld í væntu

Ikki sungin

563

Hin fagra sólin, lívsins bál

Ikki sungin

564

Dagur seinkar, setur sól

Ikki sungin

565

Hin ljósi dagur farin er

Ikki sungin

570

Av dagsins verki móður

Ikki sungin

573

Góða mamma, eg vil sova

Ikki sungin


Teir 10 oftast sungnu sálmar úr Uppískoytinum bólkaðir undir ”Jesu líðing og deyði” og ”Kvøld”

689

Tann dagur, tú gavst

31 ferðir

691

Tú, sum gavst ljós milliónum

7 ferðir

625

Sólin rísur, roðin litar

6 ferðir

624

Kvøldið breiðir sínar veingir

5 ferðir

685

Nú fer sólin avstað

5 ferðir

686

Nú friður er á heiðum

5 ferðir

688

Upp mánin gyltur rísur

5 ferðir

690

Nú faldi eg hug og hendur

4 ferðir

687

Ver hjá, tá ið skýming fellur

3 ferðir

626

Eg kveiki kertur mínar

2 reisir

At enda 
Passiónssálmarnir hjá Kingo, sum einaferð vóru einaráðandi við føstuguðstænastur, eru nærum heilt dottnir burtur úr sálmasanginum við føstuguðstænastur í dag.
Einasti passiónssálmurin hjá Kingo í sálmabókini, nr 178, varð bara sungin fýra ferðir. At sálmurin er bólkaður undir “Dymbildagavikan” man verða eitt redaktiónelt mistak, tí Kingo setti hann at verða sungnan fyrstu vikuna í føstuni.
Men hetta man verða orsøkin til, at hann ikki verður sungin til føstuguðstænastur, tí tað sær út til at prestar og onnur, sum velja sálmar, í høvuðsheitum ikki velja sálmanar bólkaðir til dymbildagavikuna til føstuguðstænastur.

Føstuguðstænasturnar eru enn ein partur av kirkjulívinum í Føroyum, men einki er at ivast í, at færri fólk koma til hesar guðstænastur enn til sunnudagsguðstænastur.

Summar kirkjur skiftast um at hava føstuguðstænastur, aðrar hava færri enn tær seks og uppaftur aðrar royna at krydda guðstænasturnar við ymiskum innsløgum, serliga tónleiki.

Upprunaliga hevði tónleikurin so lítlan leiklut sum gjørligt. Hetta sæst best við at Kingo nettup fyri at niðurtóna tónleikin, einans brúkti eitt lag til allar sínar passiónssálmar.  

Ein styrki við guðstænastunum gerandiskvøld í føstutíðini er uttan iva, at kirkjuliðið fær høvi at hoyra aðrar prestar enn teirra egnu. Hetta er kanska orsøkin til at vit framvegis hava so nógvar føstuguðstænastur kring landið tó at tær eru færri nú enn bara fyri 20 árum síðani.
-----

Leif Hansen, tónlistafrøðingur

Kanningin byggir á uppteljing árini 2017 og 2018 í:
Argja kirkju, Christianskirkjuni, Eiðis kirkju, Fuglafjarðar kirkju, Glyvra kirkju, Gøtu kirkju, Havnar kirkju, Hoyvíkar kirkju, Hvalbiar kirkju, Hvalvíkar kirkju, Kunoyar kirkju, Kvívíkar kirkju, Leirvíkar kirkju, Miðvágs kirkju, Nólsoyar kirkju, Norðskála kirkju, Rituvíkar kirkju, Sandavágs kirkju, Skála kirkju, Tvøroyrar kirkju, Vágs kirkju, Vestmanna kirkju, Vesturkirkjuni, Viðareiðis kirkju

Umframt deknar/ organistra hava hesir prestar og leikfólk valgt sálmar:
Emil Olsen, Havstein Klein, Símun P. Jacobsen, Hanus á Gørðum, Derhard Jógvansson, Maria J. Niclassen, Jákup E. Petersen, Heri J Joensen, Bergtórur H. Bjarkhamar, Uni Næs, Meinhard Bjartalíð, Ann Hermansdóttir, Marjun Bæk, Jógvan Fríðriksson, Sverri Steinhólm, Anne Mette G. Klemensen, Øssur Kjølbro, Theodor E. D. Olsen, Inga P. Dam, Marjun í Kálvalíð, Henning Bøgesvang, Jákup R. Hansen, Marjun Lómaklett, Henrik Fossing, Jóannes Purkhús, Jónsvein Beck, Sonja Klein, David Johannesen, Jens Mortan Mortensen og Patrick de Neergaard.
Leikfólk: Silas Olufson, John Myllhamar, Pauli Bertelsen, Pól Johannus Johannesen og Jógvan Højgaard