Skriva út

Aftansangur í Glyvra kirkju

04.11.2009 Tíðindi
Aftansangur í Glyvra kirkju

Aftansangur verður í Glyvra kirkju við Kór Glyvra kirkju komandi sunnukvøld kl. 20. Kórið hevur hesi seinni árini lagt seg eftir at hava aftansang eftir enskari (anglikanskari) fyrimynd.

Kórið, ið næst seinasta summar var í Onglandi við tí fyri eygað at nema sær kunnleika og fáa íblástur, hevur brotið upp úr nýggjum í Føroyum við at syngja Dávidssálmar á føroyskum í gomlum og enskum reciterandi stíli. Kórið hevur skipað fyri aftansangi í Glyvra kirkju, Rituvíkar kirkju, Havnar kirkju og Eiðis kirkju.

Sunnukvøldið syngur Kór Glyvra kirkju ein Dávidssálm, Lovsong Mariu og Lovsong Símeons. Skiftisongur eftir enska tónaskaldinum, William Smith, verður sungin av prestinum og kórinum. Kórið syngur eisini eitt sokallað “Anthem” (kórvers) eftir Thomas Attwood. Harafturat verður sálmasangur, skriftlestur og bøn.