Skriva út

Aðalorðaskifti mai 2011

13.05.2011 Tíðindi
Aðalorðaskifti mai 2011

Fyri skjótt fýra árum síðani varð umsitingin av fólkakirkjuni yvirtikin sum føroyskt málsøki. Tíðin er búgvin at meta um gongdina, so vit innan fimm ár frá yvirtøkudegnum hava eina heildarmynd av støðuni.

Til tess at fáa eina neyva mynd av kirkjuni, skipar biskupur fyri einum breiðum aðalorðaskifti um kirkjulig viðurskifti. Alt tað kirkjuliga landslagið verður hoyrt og fær høvið at bera síni sjónarmið fram. Dygd og vansar. Visjón og endamál og mong onnur hugtøk verða tikin upp og vend nakrar ferðir.

Aðalorðaskiftið byrjaði við prestunum. Orsøkin er ikki tilvildarlig, tí prestarnir eru tænastumenn, og møguligar bygnaðarligar broytingar ella tillagingar mega eyðvitað fráboðast røttu viðkomandi. Harafturat eru prestarnir hirðar hjá kirkjuliðnum og tess vegna serkønir í hugtakinum kirkja. Prestarnir eru fólkakirkjunnar fakfólk, tá talan er um læru og innihald, t.e. prædiku, gudstænastu og sálarrøkt.

Í nógvar mátar er yvirtøkan vignast væl. Batar eru framdir á mongum økjum t.d. bústøðum og arbeiðsumstøðum prestanna. Viðurskiftini eru trygg og skipað. Vit eru ikki komin á mál, men eru ávegis rætta vegin.

Aðalorðaskiftið var 11. og 12. mai í ár, og vit hildu til á Hotel Hafnia. Í heyst verður so aðalorðaskiftið tikið uppaftur og víðkað. Tá verður hópurin væl størri. Afturat fyrisitingini og fyrisitingarligum ráðum kirkjunnar verða umboð fyri kirkjuráðini og kirkjutænarar við til hetta orðaskiftið.

Sera spennandi og lívsjáttandi. Á hesum sinni fegnast vit um, at allir prestarnir, t.e. 100%, kundu møta. Tað vóru nakrar kirkjuligar tænastur, ið vóru útsettar. Biskupur takkar teim avvarðandi, kirkjufólkinum og fólkinum sum heild fyri lagaligt sinnalag og vælvild. Tað er sera umráðandi, at allir prestarnir nakrar ferðir um árið kunnu vera samstundis undir sama taki.

Mynd : ANH
Orð : JF