Skriva út

Aðalfundur hildin í Organistfelagnum

22.06.2023 Tíðindi

Týskvøldið 20. juni helt Organistfelagið aðalfund í Fuglajarðar kirkju.

Organistfelagið varð stovnað í 2002 og tí var hetta aðalfundur nr. 20 hjá felagnum.

Nakrar av høvuðsuppgávunum hjá Organistfelagnum eru m.a. at:

  • At tryggja neyðugu tilgongdina til organiststarvið, so allar kirkjur hava organist til sínar tænastur.
  • At virka fyri góðum fíggjarligum og karmum hjá organistum
  • At menna verandi organistundirvísing og útbúgving organistútbúgving her á landi.
  • At menna kirkjutónleik yvirhøvur í føroysku kirkjunum.
  • At vera stuðulsfelag fyri organistar

Organistfelagið skipar javnan fyri skeiðum í orgulspæli, og kemur í heyst ætlandi eisini at skipa fyri eini ráðstevnu um organistfakið og leiklutin hjá organistum í fólkakirkjuni. Felagið leggur eisini kunning um sítt virksemi og orgulfakið út á www.orgul.fo

Verandi nevnd varð afturvald á aðalfundinum, og hevur hesa samanseting:

Símun Hammer, organistur í Gøtu kirkju - formaður 
Albert Pæturson, 1. organistur í Hoyvíkar kirkju - skrivari 
Óli Nicodemussen, organistur í Ebenezer - nevndarlimur
Jóhanna Johannesen, organistur í Christianskirkjuni - nevndarlimur
Arni Petersen, organistur í Gøtu og Leirvík - eykalimur
Anita Ellendersen, organistur í Hoyvík - eykalimur