Skriva út
Á vitjan í Mikladali
12.12.2011 Tíðindi

Kalt var í veðrinum. Hin fyrsti veruligi kuldin er altíð kaldur. Høvuðsstaðurin var klæddur í sín hvíta stakk, og tað var hált at koyra norðureftir. Vit høvdu glett okkum til henda dagin, ja sæð fram til dagin við spenningi. Ferðalagið var gott, vit bæði konan og dómprósturin.
Hin mikli dalurin norðan á landi setti ta kirkjuligu dagsskránna. Hugaligt at vitja Kalsoynna, har tvær kirkjur eru, kirkjusóknin á Húsum og kirkjusóknin í Mikladali.
Mær dámar væl í høvuðsstaðnum og á størri plássum, men tað er nakað serligt at vitja tey smærru støðini. Stundir eru at koma í prát við fólk. Onkursvegna kennist nærleikin nærri.
Tað var heimligt at koma til Mikladals. Ferðalagið, ið fór um fjørðin kl. 10 sunnumorgunin 27. november 2011, spjaddist runt um í bygdini. Onkur fór inn á gólvið her, annar har. Ein góður kaffimunnur slær ikki falska mentu. Tá gesturin verður væl fagnaður og kennir seg heima eftir einari lítlari løtu, tá er løtan fullkomin.
Vit trý, báðir sóknarprestarnir í Klaksvík og fyrrverandi dómprósturin, Bjarni Bæk, fóru fyrst inn á gólvið hjá Ólavi Samson og Elinborg. Eini hugnalig hús, ið tey hava bygt sær sum friðskjól. Har var gott at koma, og ein kaffimunnur og góður bakstur gav góðan hita.
Tað áhugaverda við smáplássunum er, at prestur hevur fast tilhald. Í dag er farleiðin um Kalsoyarfjørð góð, og tað er vegasamband til allar bygdirnar. Men hóast tað er eitt prestatilhald nakað serligt. Á ein serligan hátt verður tað heimið hjá presti. Umsorgan og alt tað besta. Tað er sum í Gomlu Pakt, at Harrans tænarar skulu hava tað besta av tí besta.
Í dag eru viðurskiftini millum prestin og fólkið avslappað og á einum jøvnum støði. Ein prestur munar ikki nógv uttan góð fólk rundan um seg. Nógv fólk allastaðni í landinum dugna og ganga prestunum til handa. Tað fløvar og ger nakað við okkum, ið at kalla einki annað gera uttan at prædika orðið um Jesus.
Í Mikladali er prestatilhaldið í Hússtovu. Matmóðirin er Margretha Eliassen, ið situr einkja eftir Líggjas, ið var urguleikari í Mikladals kirkju alt sítt lív frá 16 ára aldri. Tá eg á fyrsta sinni vitjaði í Hússtovu, var tað sum um, at eg altíð hevði kent hesi fólkini og hetta heimið. Tað er so vakurt at hugsa um, at kærleikin til Guds og virðingin fyri halgidóminum føðir slíkan blíðskap, at tað er heimligt at koma, sjálvt um vit eru gestir.
Fóru inn á gólvið í Hússtovu. Har var fult hús. Klaksvíkar Hornorkestur var komið í oynna at spæla til gudstænastuna. Manningin í Hornorkestrinum sat til borðs. Elsa Funding, sóknarprestur á Viðareiði og fyrrverandi prestur í vestara prestagjaldi, sat so hugagóð í Hússtovu. Fjálgt var at hoyra borðtalu hennara í Avhaldshúsinum eftir gudstænastuna og vøkru tøkkina til vertsfólkini í tilhaldi prestsins.
Orsøkin til vitjanina í Kalsoynni á hesum sinni var, at Mikladals kirkja varð tikin í nýtslu aftur eftir munandi umvælingar.
Gott er tað, at kirkjan heldur fast við sína stevnu, at hús Harrans skal vera tignarligt.
Mynd : Kristianna Jóhannesen
Orð : JF
Onnur tíðindi