Skriva út

Á virtuellari vitjan í elstu kirkjuni

03.06.2025 Tíðindi
Kirkjubøur
Á virtuellari vitjan í elstu kirkjuni

Nú er møguligt at fara á tykisvitjan í Ólavskirkjuni í Kirkjubø. Talan er um elstu kirkjuna í landinum. Ikki ber til við vissu at siga frá, nær hon er vígd og tikin í nýtslu. Í sekstiárunum vórðu umfatandi fornfrøðiligar rannsóknir gjørdar av lendinum, har m.a. borið varð við fimm myntir. Hin elsti var enskur og sligin í tíðarskeiðinum 1223 - 1235. Hetta, og annað, ber til at kanna og lesa um á skíggjanum.

Ovast á síðuni ber til at trýsta á Tykisferðir. Í høgra bredda ber til at trýsta á "Menu", og har sæst at tíggju kirkjur er tøkar: Christianskirkjan, gl. Gøtu kirkja, Sandavágs kirkja, Húsavíkar kirkja, Kvívikar kirkja, Eiðis kirkja, Haldórsvíkar kirkja, Hvannasunds kirkja, Skála kirkja og Ólavskirkjan.

Ver vælkomin á gátt - eisini á tykisferð í elstu kirkjuni í landinum.