Skriva út

Á tykisferð í Skála kirkju

23.03.2025 Tíðindi
Skála Kirkja

Nú er møguligt at fara á tykisferð í Skála kirkju. Skála kirkja varð vígd og tikin í nýtslu hin 20. oktober 1940, tá ið Jákup Dahl próstur vígdi kirkjuna. Sama kvøldið var gudstænasta við Thulesen vágspresti. Fyrsti dópur í kirkjuni var hetta sama kvøldið. Umfatandi umvælingar og dagføringar hava verið síðani. Hetta, og annað, ber til at kanna á skíggjanum.

Ovast á síðuni ber til at trýsta á Tykisferðir. Í høgra bredda ber til at trýsta á "Menu", og har sæst at níggju kirkjur er tøkar: Christianskirkjan, gl. Gøtu kirkja, Sandavágs kirkja, Húsavíkar kirkja, Kvívikar kirkja, Eiðis kirkja, Haldórsvíkar kirkja, Hvannasunds kirkja og Skála kirkja.

Ver vælkomin á gátt - eisini á tykisferð.