Skriva út
Á tykisferð í Sandavágs kirkju
04.02.2025 Tíðindi

Á stórfundinum 18. januar varð kunngjørt, at ætlanin er at fáa í lag tykisferðir í kirkjum og á gudstænastumstøðum kring landið. Ikki ber til hjá øllum at vitja kirkjur okkara, og vóna vit tí, at hesin talgildi háttur, kann verða til gleði fyri fólk kring landið.
Í kvøld gleðast vit um, at eyðkennismerkið í Sandavági, Sandavágs kirkja, nú er tøk undir Tykisferðir. Í høgra bredda ber til at trýsta á "Menu", og har sæst at tríggjar kirkjur er tøkar: Christianskirkjan, gl. Gøtu kirkja og Sandavágs kirkja.
Ætlandi verður Húsavíkar kirkja tøk um eina viku.
Ver vælkomin á gátt - eisini á tykisferð.
Onnur tíðindi