Skriva út

Á kirkjukórstevnu í Finnlandi

09.11.2010 Tíðindi
Á kirkjukórstevnu í Finnlandi


Fyrr í heyst varð hildin stór kirkjukórstevna í Finnlandi. Talan er um afturvendandi stevnuna “Almänna finlandssvenska kyrkomusikfesten”, sum hesaferð varð løgd saman við “Nordiska kyrkosångfesten”. Trý føroysk kór luttóku á stevnuni

Edvard Joensen

Saman við umleið 800 norðurlendskum kirkjukórsangarum, luttóku umleið 70 sangarar úr Kirkjukórinum Ljómi, Kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni og úr Vágakórinum á stórari norðurlendskari kirkjukórstevnu, sum varð hildin í Vaasa í Finnlandi í september í ár. Luttøkan á hesi stóru stevnuni var komin í lag gjøgnum samstarv við Urguleikarafelagið.
Ferðast varð aftur og fram við leiguflogfari beinleiðis millum Vágar og Vaasa, sum liggur við Botnisku Víkina umleið eitt breiddarstig norðan fyri Føroyar. Flogferðin tók bara góðar tveir tímar hvønn vegin. Farið varð úr Føroyum týsdag, og komið varð aftur sunnudag.
Føroyska ferðalagið kom til Vaasa einar tveir dagar, áðrenn sjálv stevnan byrjaði. Hendan tíðin varð so nýtt til venjingar eins og at hyggja at býnum, sum tey flestu ikki høvdu vitjað fyrr.
Kórini høvdu fyrireikað seg í langa tíð undan ferðini. Tilfar var komið úr Finnlandi við norðurlendskum sálmasangi, sum var høvuðsevnið á stevnuni. Eisini varð á stevnuni vant ymiskt, fyri tey flestu meira ókent, tilfar.
Luttakararnir vórðu býttir í bólkar og vandu so ymiskt sangtilfar. Alt frá gomlum norðurlendskum fólkatónleiki við sálmakendum íkasti, til nútímans gospeltónleik. Úrslitið varð so sýnt fram á eini stórari felagssamkomu.
Sjálvandi vóru eisini konsertir við einstøku kórunum. Tó so, at føroysku kórini sungu saman á hesum konsertum. Bæði í kirkjum og aðrastaðni í býnum. Eitt nú í eini stórari handilsmiðstøð við høvuðsgøtuna í Vaasa.
Hóast stevnan nevndist “Tredie nordiske kyrkosångfesten”, vóru ikki øll Norðurlondini umboðað. Tað høvdu fyrireikararnir helst vónað og væntað, og felagstilfarið, sum latið varð út til venjingar, og sum var høvuðsgrundarlagið undir framførslunum, hevði eisini sálmar og sangir úr øllum Norðurlondum. Men Danmark og Ísland vóru tó ikki umboðað á stevnuni, uttan við teimum sálmunum, fyrireikararnir høvdu fingið úr hesum londum. Føroyski parturin var “Sum ígjøgnum sortar skýggja”, ið sungin varð á føroyskum. Her kom tað væl við, at føroyingar vóru mannsterkir og kundu syngja væl við, tá sálmurin varð sendur beinleiðis í finskum útvarpi frá guðstænastu sunnudagin.
Tað vakti ans, at føroyingar komu hesa longu leið við so nógvum sangarum. Luttakaratalið úr Føroyum var tað sama, sum úr Noreg, og næstan tríggjar ferðir talið úr Svøríki. Finskir fjølmiðlar vístu føroyingum ans, og fleiri samrøður vórðu gjørdar, sum prentaðar vórðu bæði í lokalum og landsrøkkandi miðlum.
Eisini politiskt varð lagt merki til hesa stevnuna, hóast íbúgvaratalið í Vaasa liggur um 60.000. Borgarstjórin beyð til móttøku á ráðhúsinum, og har vóru eisini umboð fyri føroysku kórini boðin við.


Mynd: Kórið
Myndatekstur:
Føroyska felagskórið syngur undir konsert í Trefaldighetskyrkan í Vaasa