Skriva út

Á ferð í Íslandi

31.10.2010 Tíðindi
Á ferð í Íslandi


Fyri trimum árum síðan yvirtøku vit umsitingina av føroysku fólkakirkjuni. Samstundis fingu vit ábyrgd av norðurlendskum og altjóða samstarvi innan tað kirkjuliga økið.

Trý ár eftir yvirtøkuna mega vit ásanna, at tað góða samstarvið við donsku kirkjuna er eins gott nú sum áður. Eyðvitað er samstarvið formliga øðrvísi, tí nú verða avgerðirnar tiknar í Føroyum, og tann fíggjarliga ábyrgdin er her á landi. At teir donsku biskuparnir valdu at hava biskupsfund í Tórshavn í september ber boð um gott samstarv og virðing fyri føroysku fólkakirkjuni. Sama ger seg galdandi á so mongum økjum t.d. møguleikin til útbúgving og eftirútbúgving av prestunum.

Nú mettu vit, at stundin var komin til at víðka samstarvið við aðrar kirkjur og onnur lond. Vinalagið millum norðurlond hevur verið gott í drúgva tíð, og á kirkjuliga økinum hava vit í Føroyum verið ein natúrligur partur av tí donsku fólkakirkjuni. Nú málsøkið kirkjan er yvirtikin, eru vit formliga ein sjálvstøðug kirkja. Tess vegna er ábyrgdin okkara egna, hvussu vit velja at skipa og røkja samstarvið við onnur lond.

Biskupur hevur í langa tíð havt eina ætlan um at víðka samvinnuna við íslendsku fólkakirkjuna. Dreymurin gjørdist veruleiki, tá vit seinasta mánadag fóru til Íslands á vitjan hjá íslendsku kirkjuni. Ferðin var frá mánadegnum 25. oktober til fríggjadagin 29. oktober.

Íslendski biskupurin, Karl Sigurbjørnsson, bjóðaði Føroya Stiftsstjórn á vitjan. Vit tóku av innbjóðingini og fóru avstað fimm í tali. Ferðalagið var Durita Tausen, Halgir Winther Poulsen og Jógvan Fríðriksson, ið manna Stiftsstjórnina. Saman við okkum vóru Andrias Ziska, ið er stiftsfulltrúi, og Heri Joensen, sóknarprestur, ið vegna sín lestur í Reykjavík er serkønur í viðurskiftunum hjá íslendsku fólkakirkjuni.

Tað er veruliga so, at neyvan kunnleika til viðurskiftini í øðrum londum fáa vit einans, um vit vitja londini. Tað er ikki alt, ið ein kann læra gjøgnum lestur ella samskifti umvegis telefonina.

Ferðin hevði trinni høvuðsendamál : a) At læra íslendsku kirkjuna at kenna. b) At kanna møguleikan fyri víðkaðum samstarvi. c) At knýta persónlig bond til tey fólk, ið mynda kirkjuna innan økini útbúgving og leiðsla.

Ein frágera góð ferð, ið gav okkum vitan og styrkti ta fatan, at brøðratjóðirnar hava nógv til felags og nógv at geva hvørjum øðrum í samvinnu og samstarvi á tí kirkjuliga økinum.

Myndin :
Ferðalagið avmyndað á Bessastøðum saman við m.a. Thorvaldi Karl Helgasyni, ið er skrivari og ráðgevi biskupsins.

JF.