Skriva út

6. prestastørv leys at søkja

06.11.2009 Tíðindi
6. prestastørv leys at søkja

Sjóvar prestagjald

Søkt verður eftir sóknarpresti til Sjóvar prestagjald í Eysturoynni. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður.
Umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og starvi samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum.

Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir frá stigi 28,1 – 36,1

Sóknarpresturin hevur ábyrgd av kirkjubókunum (høvuðs- og kopibókini) og er jarðarferðarmyndugleiki. Embætið verður sett 1. februar 2010.

Í prestagjaldinum eru fýra kirkjusóknir : Selatraðar, Sjóvar, Skála og Oyndarfjarðar kirkjusókn. Umleið 1.920 fólk búgva í prestagjaldinum.

Tænastubústaður er til starvið. Prestagarðurin er Innan Glyvur, á Gjaranesi, Glyvursvegur 26. Sóknarpresturin hevur skyldu at búgva í prestagarðinum.

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð. Gudstænastur verða hildnar á ellis- og røktarheimi og sambýlum.

Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini.

Eru fyrispurningar ella ivamál, so eru tygum vælkomin at ringja ella skriva. Telefon 311995 ella jf@folkakirkjan.fo

Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, Postsmoga 8, FO-110 Tórshavn. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 10. desember 2009, kl. 15.00. stift@folkakirkjan.fo

Norðstreymoyar prestagjald

Søkt verður eftir sóknarpresti til Norðstreymoyar prestagjald við sæti í Kvívík. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður. Umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og starvi samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum.

Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir frá stigi 28,1 – 36,1

Sóknarpresturin hevur ábyrgd av kirkjubókunum (høvuðs- og kopibókini) og er jarðarferðarmyndugleiki. Starvið verður skipað í samvinnu við hinar báðar prestarnar í prestagjaldinum. Embætið verður sett 1. februar 2010.

Í prestagjaldinum eru átta kirkjusóknir : Tjørnuvíkar, Haldórsvíkar, Hvalvíkar, Saksunar, Hósvíkar, Kollafjarðar, Kvívíkar og Vestmanna kirkjusókn. Umleið 3.900 fólk búgva í prestagjaldinum.

Tænastubústaður er til starvið. Prestagarðurin er í Kvívík, á Kirkjuteigi, Kirkjuvegur 24. Sóknarpresturin hevur skyldu at búgva í prestagarðinum.

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð. Gudstænastur verða hildnar á ellis- og røktarheimi og sambýlum.

Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini.

Eru fyrispurningar ella ivamál, so eru tygum vælkomin at ringja ella skriva. Telefon 311995 ella jf@folkakirkjan.fo

Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, Postsmoga 8, FO-110 Tórshavn. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 10. desember 2009, kl. 15.00. stift@folkakirkjan.fo

Norðoya vestara prestagjald

Søkt verður eftir sóknarpresti til Norðoya vestara prestagjald. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður. Umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og starvi samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum.

Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir frá stigi 28,1 – 36,1

Sóknarpresturin hevur ábyrgd av kirkjubókunum (høvuðs- og kopibókini) og er jarðarferðarmyndugleiki. Tveir prestar røkja tænastuna, og starvið verður skipað í samstarvi prestanna millum. Embætið verður sett 1. februar 2010.

Í prestagjaldinum eru fimm kirkjusóknir : Árnafjarðar, Kunoyar, Klaksvíkar, Húsa og Mikladals kirkjusókn. Umleið 5000 fólk búgva í prestagjaldinum.

Tænastubústaður er til starvið. Prestagarðurin er í Klaksvík, á Brekku 5. Sóknarpresturin hevur skyldu at búgva í prestagarðinum.

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð. Gudstænastur verða hildnar á ellis- og røktarheimi og sambýlum.

Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini.

Eru fyrispurningar ella ivamál, so eru tygum vælkomin at ringja ella skriva. Telefon 311995 ella jf@folkakirkjan.fo

Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, Postsmoga 8, FO-110 Tórshavn. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 10. desember 2009, kl. 15.00. stift@folkakirkjan.fo

Suðurstreymoyar vestara prestagjald

Søkt verður eftir sóknarpresti til Suðurstreymoyar vestara prestagjald. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður. Umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og starvi samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum.

Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir frá stigi 28,1 – 36,1

Hetta embætið er tað triðja í prestagjaldinum. Tænastan verður skipað í samstarvi prestanna millum. Embætið verður sett 1. februar 2010.

Í prestagjaldinum eru fýra kirkjusóknir : Hests, Kirkjubøar, Argja og Tórshavnar vestara kirkjusókn. Umleið 9000 fólk búgva í prestagjaldinum.

Eingin tænastubústaður er til starvið. Einki ískoyti verður veitt sum viðurlag fyri vantandi bústað.

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð. Gudstænastur verða hildnar á ellis- og røktarheimi og sambýlum.

Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini.

Eru fyrispurningar ella ivamál, so eru tygum vælkomin at ringja ella skriva. Telefon 311995 ella jf@folkakirkjan.fo

Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, Postsmoga 8, FO-110 Tórshavn. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 10. desember 2009, kl. 15.00. stift@folkakirkjan.fo

Suðurstreymoyar eystara prestagjald

Søkt verður eftir sóknarpresti til Suðurstreymoyar eystara prestagjald. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður. Umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og starvi samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum.

Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir frá stigi 28,1 – 36,1

Hetta embætið er tað triðja í prestagjaldinum. Tænastan verður skipað í samstarvi prestanna millum. Embætið verður sett 1. februar 2010.

Í prestagjaldinum eru fýra kirkjusóknir : Nólsoyar, Kaldbaks, Hoyvíkar og Tórshavnar eystara kirkjusókn. Umleið 9.600 fólk búgva í prestagjaldinum.

Eingin tænastubústaður er til starvið. Einki ískoyti verður veitt sum viðurlag fyri væntandi bústað.

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð. Gudstænastur verða hildnar á ellis- og røktarheimi og sambýlum.

Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini.

Eru fyrispurningar ella ivamál, so eru tygum vælkomin at ringja ella skriva. Telefon 311995 ella jf@folkakirkjan.fo

Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, Postsmoga 8, FO-110 Tórshavn. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 10. desember 2009, kl. 15.00. stift@folkakirkjan.fo

Suðurstreymoyar eystara prestagjald

Embætið sum Dómpróstur Føroya er lýst leyst at søkja. Dómprósturin er tænastumaður. Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har dómprósturin er løntur í lønarflokki 39.

Kallið nemur tvinni atlit. Dómprósturin er umsitingarligur leiðari í fólkakirkjuni og sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi við ábyrgd av kirkjubókum og jarðarferðarmyndugleiki.

Í prestagjaldinum eru fýra kirkjusóknir : Nólsoyar, Kaldbaks, Hoyvíkar og Tórshavnar eystara kirkjusókn. Umleið 9.600 fólk búgva í prestagjaldinum.

Tænastubústaður er til starvið. Dómpróstagarðurin er í Tórshavn, Essalág 18. Dómprósturin hevur skyldu at búgva í dómpróstagarðinum.

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð. Gudstænastur verða hildnar á ellis- og røktarheimi og sambýlum.

Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.