Skriva út

3 størv leys at søkja Suðuroyar norðara prestagjald Fuglafjarðar prestagjald Norðstreymoyar prestagjald

12.04.2010 Tíðindi
3 størv leys at søkja

Suðuroyar norðara prestagjald
Fuglafjarðar prestagjald
Norðstreymoyar prestagjald


Suðuroyar norðara prestagjald

Søkt verður eftir sóknarpresti til Suðuroyar norðara prestagjald við sæti í Hvalba. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður. Umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og starvi samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum.

Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir frá stigi 28,1 – 36,1.

Tveir sóknarprestar eru í prestagjaldinum. Presturin á Tvøroyri er kirkjubókaførandi og jarðarferðarmyndugleiki.Tænastan verður skipað í samstarvi prestanna millum. Embætið verður sett 15. juni 2010 ella skjótast til ber.

Í prestagjaldinum eru fýra kirkjusóknir : Sandvík, Hvalba, Tvøroyri, Fámjin, Froðba, Trongisvágur, Øravík, og Øravíkarlíð. Umleið 2.573 fólk búgva í prestagjaldinum.

Tænastubústaður er til starvið. Prestagarðurin er í Hvalba, í Leirum 1. Sóknarpresturin hevur skyldu at búgva í prestagarðinum.

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð. Gudstænastur verða hildnar á ellis- og røktarheimi og sambýlum.

Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini.

Umsøkjarar, ið verða lidnir við lesturin í ár og kunnu taka við kallinum um ársskiftið 10/11, eru vælkomnir at søkja.

Eru fyrispurningar ella ivamál, so eru tygum vælkomin at ringja ella skriva. Telefon 311995 ella jf@folkakirkjan.fo

Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, Postsmoga 8, FO-110 Tórshavn. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. mai 2010, kl. 15.00. stift@folkakirkjan.fo


Fuglafjarðar prestagjald

Søkt verður eftir sóknarpresti til Fuglafjarðar prestagjald. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður. Umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og starvi samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum.

Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir frá stigi 28,1 – 36,1

Sóknarpresturin hevur ábyrgd av kirkjubókunum (høvuðs- og kopibókini) og er jarðarferðarmyndugleiki. Embætið verður sett 15. juni 2010.

Í prestagjaldinum eru tríggjar kirkjusóknir : Fuglafjarðar, Leirvíkar og Elduvíkar kirkjusókn. Afturat kirkjunum er bønhús á Hellunum. Umleið 2.420 fólk búgva í prestagjaldinum.

Tænastubústaður er til starvið. Prestagarðurin er í Fuglafirði, á Mørkini 10. Sóknarpresturin hevur skyldu at búgva í prestagarðinum.

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð. Gudstænastur verða hildnar í Skúlanum í Funningsfirði, á ellis- og røktarheimi og sambýlum.

Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini.

Umsøkjarar, ið verða lidnir við lesturin í ár og kunnu taka við kallinum um ársskiftið 10/11, eru vælkomnir at søkja.

Kirkjuráðini hava hesi ynskir til tann komandi prestin : “Vit leggja dent á, at komandi prestur (M/K) okkara er vinarligur, fólksligur, hevur góð samstarvsevnir og jaligan hugburð til barna- og ungdómsarbeiði, missiónina og aðrar felagsskapir. Ein prest, ið vil savna fólkið við sangi, tónleiki og øðrum tiltøkum.”

Eru fyrispurningar ella ivamál, so eru tygum vælkomin at ringja ella skriva. Telefon 311995 ella jf@folkakirkjan.fo

Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, Postsmoga 8, FO-110 Tórshavn. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. mai 2010, kl. 15.00. stift@folkakirkjan.fo



Norðstreymoyar prestagjald

Søkt verður eftir sóknarpresti til Norðstreymoyar prestagjald við sæti í Hvalvík. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður. Umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og starvi samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum.

Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir frá stigi 28,1 – 36,1

Sóknarpresturin førir kopibøkurnar í samstarvi við prestin í Kvívík, ið er kirkjubókaførandi presturin. Starvið verður skipað í samvinnu við hinar báðar prestarnar í prestagjaldinum. Embætið verður sett 15. juni 2010 ella skjótast til ber.

Í prestagjaldinum eru átta kirkjusóknir : Tjørnuvíkar, Haldórsvíkar, Hvalvíkar, Saksunar, Hósvíkar, Kollafjarðar, Kvívíkar og Vestmanna kirkjusókn. Umleið 3.900 fólk búgva í prestagjaldinum.

Tænastubústaður er til starvið. Prestagarðurin er í Hvalvík, Hvalvíksvegur 37. Sóknarpresturin hevur skyldu at búgva í prestagarðinum.

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð. Gudstænastur verða hildnar á ellis- og røktarheimi og sambýlum.

Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini.

Umsøkjarar, ið verða lidnir við lesturin í ár og kunnu taka við kallinum um ársskiftið 10/11, eru vælkomnir at søkja.

Eru fyrispurningar ella ivamál, so eru tygum vælkomin at ringja ella skriva. Telefon 311995 ella jf@folkakirkjan.fo

Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, Postsmoga 8, FO-110 Tórshavn. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 12. mai 2010 kl. 15.00. stift@folkakirkjan.fo