Skriva út

2. hvítusunnudag klokkan 11 verður stóra útiguðstænastan á ovara vølli í Gundadali

03.06.2022 Tíðindi

GHM og Havnar Hornorkestur fara aftur í ár at spæla til sálmasangin. Bergtórur Hjelm Bjarkhamar prædikar, og Hanus Pál Jógvansson hevur eina søgu til børnini. Prestarnir siga, at tað er ikki neyðugt at hava sálmabók við, tí sanghefti er gjørt til endamálið. Dentur verður lagdur á, at hetta er ein guðstænasta fyri øll.

Eftir guðstænastuna verður ein drekkamuður at fáa í Badmintonhøllini við onkrum afturvið. Okkurt gott er eisini til børnini.

Vegna fyriskipararnar

Sóknarprestarnir og kirkjuráðini í Suðurstreymoy