Skriva út

11 PODAS-SKEIÐ UM LANDIÐ KOMANDI SKÚLAÁR

11.08.2022 Tíðindi

Nú er klárt at tekna seg til PODAS-skeiðini fyri næsta skúlaár 2022-2023. Hetta er 14. árið á rað at farið verður undir nýggjar Podas flokkar um landið.

”PODAS Ekklesias” er ætlað teimum, sum vilja vera Jesu lærusveinar og vaksa í trúnni. PODAS er ein føroyskur bíbliuskúli, sum byggir á Fólkakirkjunnar lærugrundarlag, og tað eru prestar, trúboðarar og onnur, sum undirvísa um læru og lív, eins og missión og leiðslu.

Skúlin er í høvuðsheitum ein kvøldskúli, tveir tímar um vikuna í tíðarskeiðnum frá september til mars. Tó eru nøkur styttri skeið. Longu nú ber til at tekna seg til skeiðini komandi skúlaár og tryggja sær pláss.

Hesi árini, Podas hevur virkað, hava umleið 800 fólk gingið á Podas, bæði ung og eldri, kvinnur og menn, roynd í trúnni og óroynd.

Les meiri her: