Skriva út

1000 væl nøgd fólk.

26.01.2011 Tíðindi
1000 væl nøgd fólk.

Tað ræður um at síggja tað jaliga. Uttan lívsjáttandi litir verður myndin fátøk. Veruleikin í fólkakirkjuni er litríkur. Tað er ikki alt grátt, men nógv gott.

Í fólkakirkjuni hava vit nógvar stórar dagar. Teir tveir seinastu sunnudagarnir vóru sannir hátíðardagar. Ein frægd fyri oyra at hoyra sálmasangin. Ein frægd fyri eyga at síggja fólkið, nógvar litir og hátíðarligar løtur við fólksligum dámi.

Vígslan av tveimum prestum í eini fullsettari Dómkirkju 16. januar var ein upplagdur møguleiki at seta linsuna á eina fullsetta kirkju.

Tá nýggi presturin í Eysturoynni varð skipað í kallið sum sóknarprestur í Fuglafjarðar kirkju 23. januar, var kirkjan meira enn fullmannað. Ein vøkur løta, kórsangur, solosangur og frágera góður sálmasangur. Ikki færri enn 400 fólk ótu døgurða í kirkjukjallaranum.

Tvær gudstænastur, og 1000 glað fólk. Og nakrar ferðir túsund væl nøgd fólk í hinum 58 kirkjunum ein heilt vanligan sunnudag við vanligari dagsskrá.

JF.