Skriva út

10 dagar til Egyptaland, 4-13 november

28.02.2023 Tíðindi

Nú er møguleiki at uppliva Egyptaland og hugtakandi søgu landsins, sum fevnir um uml. 5000 ár.
Vit fáa innlit í, hvussu egyptar hugsaðu um lívi og tilveruna langt aftur í tíðini, eisini tey tíðarhvarv Ábraham, Jósef og Móses vórðu í Egyptalandi. 

Vit uppliva nøkur av heimsins fremstu fornminnum og vitja støð, hvar Maria og Jósef hildu til, tá tey máttu flýggja undan Heródesi kongi til Egyptaland við nýfødda barninum Jesusi.

Vit hoyra um sambandi millum kristindóm og Islam og vit vitja koptiska/ egyptiska kirkju. Kristnitrúgvin setti dám á stór øki í Egyptalandi inntil 600 talið e.Kr.. Í dag eru tey kristnu ein lítil minniluti í einum islamskum landi.

Vit fara hartil at uppliva eina ríka mentan mitt í eini hugtakandi náttúru, bæði ta beru oydnu oyðimørkina og tann ótrúliga fruktagóða Nil-dalin.

Á túrinum verður tryggleiki og heilsa raðfest. Matur, gistingarhús og cruiseferð hava 5 stjørnur.

Túrurin kostar 20/21.000kr. fyri hvønn.

Ferðaleiðarar á túrinum eru úr Danmark Erik Ladegaard, prestur emeritus og Niels Arne Christensen, próstur.

Neyvari skrá kemur í næstum.

Áhuga eru vælkomin at seta seg í samband við:

Ingu Poulsen Dam tlf. 237336 ella t-post: ipd@kirkjan.fo

Marjun í Kálvalíð tlf. 237335   ella t-post: mik@kirkjan.fo