Skriva út
Fyrilestur
Komandi tiltøk
- feb18Sandavágs kirkjaSandavágs kirkja, kl. 19.30, Fyrilestur
Lis Samuelsen, prestur, fer at siga frá síni tíð sum prestur uttanlands, har hon millum annað hevur verið prestur hjá danska herinum. Í hesum starvi varð hon eisini send út at vera prestur hjá hermonnum í fremmandum landi. Millum annað hesum fer hon at greiða frá. Aftan á fyrilesturin verður høvi til spurningar og kjak. Kirkjukaffi aftaná. - mar4Sandavágs kirkjaSandavágs kirkja, kl. 19.30, Fyrilestur
Hilda Viderø fer at greiða frá arbeiðinum hjá hjálparfelagsskapinum Mirjam og tí arbeiði, felagsskapurin ger í Afrika. Eftir fyrilesturin ber til at seta spurningar, og annars hava orðskifti um evnið. Kirkjukaffi aftaná. - mar18Sandavágs kirkjaSandavágs kirkja, kl. 19.30, Fyrilestur
Anne Mette Greve Klemensen, prestur, fer at halda fyrilestur Jóhannis evangeliið. Anne Mette hevur seinastu tíðina verið í lestrarfarloyvi, meðan hon hevur granskað og viðgjørt hetta spennandi evnið, sum er eitt sindur øðrvísi enn hini evangeliini í Nýggja Testamenti. Lagt verður upp til spurningar og kjak eftir fyrilesturin. Kirkjukaffi aftaná. - apr1Sandavágs kirkjaSandavágs kirkja, kl. 19.30, Fyrilestur
Helgi í Brekkunum fer at halda fyrilestur, hann kallar: “Liturgiin í føroysku kirkjuni fyrr og nú”. Hann hugleiðir millum annað um munin millum katólsku, anglikansku og luthersku kirkjuna, og fer at nerta við litir, os siðir undir gudstænastu. Nær vit gera hvat, og skulu vit í heila tikið gera tað? Eisini verður nýggja altarbókin hjá føroysku kirkjuni umrødd. Kirkjukaffi aftaná.