Skriva út

Limaskapur

Kristin dópur er ófrávíkilig treyt fyri at vera limur í Fólkakirkjuni (evangelisk-luthersku kirkjuni).

Fólk, ið eru doypt við kristnum dópi í øðrum kirkjum / trúarsamfeløgum kunnu gerast limir í Fólkakirkjuna við at venda sær til sóknarprestin í teirri kirkjusókn, har tey búgva. Tey eiga tó áðrenn innliman at fáa frálæru í kirkjunnar trúarlæru.

Fólk, ið ikki eru doypt við kristnum dópi, kunnu bert gerast limir, um tey lata seg doypa. Kristin dópur er dópur í navni hins tríeinda Guds. Áðrenn dópin eiga tey at fáa frálæru í kristnu læruni og kirkjunnar trúarlæru.