Skriva út

Innliman og útliman

Bíblia

Innliman í fólkakirkjuna
Innliman í fólkakirkjuna, fer fram við dópi. Set teg í samband við sóknarprestin í staðbundnu kirkjuni í tínum nærumhvørvi. 
Sí upplýsingar um samband við prestin í tíni staðbundnu kirkju her.

Doyptur í øðrum trúarsamfelag
Tann, sum er doyptur við kristnum dópi í einum øðrum trúarsamfelag, verður limur í fólkakirkjuni við at heita á kirkjubókaførandi sóknarprest, sum tryggjar sær, at viðkomandi tekur undir við trúarlæru fólkakirkjunnar. Fyri ógiftan persón undir 18 ár tekur tann, ið hevur foreldramyndugleikan, avgerð um limaskap. Tann, ið er 14 ár ella eldri, skal geva samtykki.

Útliman úr fólkakirkjuni
Útliman fer fram hjá sóknarprestinum í tíni staðbundnu kirkju. Set teg í samband við sóknarprestin í staðbundnu kirkjuni í tínum nærumhvørvi. 

Kirkjubókaførandi sóknarprestur dagførir kirkjubókina við nýggju upplýsingunum og sendir 
fráboðan til Landsfólkayvirlitið.  
Vísandi til gjald av kirkjuskatti, skal ein sjálvur fráboða TAKS nýggju støðuna.  

Úrliman úr fólkakirkjuni viðførur, at ein frásigur sær øll rættindi og allar tænastur, sum kirkjan bjóðar.  

Sí upplýsingar um samband við prestin í tíni staðbundnu kirkju her.