Ferð til Egyptaland 2023

Nú er møguleiki at uppliva Egyptaland og hugtakandi søgu landsins, sum fevnir um uml. 5000 ár.
Vit fáa innlit í, hvussu egyptar hugsaðu um lívi og tilveruna langt aftur í tíðini, eisini tey tíðarhvarv Ábraham, Jósef og Móses vórðu í Egyptalandi.
Vit uppliva nøkur av heimsins fremstu fornminnum og vitja støð, hvar Maria og Jósef hildu til, tá tey máttu flýggja undan Heródesi kongi til Egyptaland við nýfødda barninum Jesusi.
Vit hoyra um sambandi millum kristindóm og Islam og vit vitja koptiska/ egyptiska kirkju. Kristnitrúgvin setti dám á stór øki í Egyptalandi inntil 600 talið e.Kr.. Í dag eru tey kristnu ein lítil minniluti í einum islamskum landi.
Vit fara hartil at uppliva eina ríka mentan mitt í eini hugtakandi náttúru, bæði ta beru oydnu oyðimørkina og tann ótrúliga fruktagóða Nil-dalin.
Á túrinum verður tryggleiki og heilsa raðfest. Matur, gistingarhús og cruiseferð hava 5 stjørnur.
Túrurin kostar 20/21.000kr. fyri hvønn.
Ferðaleiðarar á túrinum eru úr Danmark Erik Ladegaard, prestur emeritus og Niels Arne Christensen, próstur.
Skrá
- Leygardagin 4 nov: Fráferðardagur
- Sunnudagin 5. nov: Trinpyramidan í Sakkara og tær 3 Giza-pyramidurnar . Vitjan á eini papyros verksmiðju.
- Mánadagin 6. nov: Forngripasavnið við gravskattinum hjá konginum Tut Ank Amon. ( 1333 til 1323 f.Kr) og mong onnur fornminni. Vit vitja Alabasturmoskuna og Khan El-Khalilli, ið er ein av teimum størstu basarunum í Miðeystri.
- Týsdagin 7. nov: Vit vitja støð í Kairo, hvar traditiónin sigur, at Maria og Jósef við barninum Jesusi hava hildið til, tá tey máttu flýggja til Egyptaland. Ein spennandi pílagímsruta er til støðini. Vit ganga eitt strekki av rutuni. Dagurin endar við at vitja ta hugtakandi og spennandi Holukirkjuna.
- Mikudagin 8. nov: Vit flúgva til býin Aswan og gista á oynni Elefantina á Nilánni. Á oynni var í uml. 600 talinum f.Kr ein jødisk koloni og eitt jødiskt tempul.
- Hósdagin 9. nov: Vit byrja dagin við einum túri við báti til tann spennandi Nubiska landsbýin og hoyra um teirra søgu. Vit vitja kenda Aswan basarin og møguleiki verður eisini at sleppa ein ríðitúr á kameli.
- Fríggjadagin 10. nov til mánadagin 13 nov: Vit sigla við cruise skipi á Nilánni og steðga við templini Qum Ombo, Edfu, Karnal og síggja at enda Luxor templið. Í Luxor er uml. ein triðingur av heimsins forngripum. Harumframt eru konga og drotningagravirnar á vestursíðuni á Nilánnið ein einastandandi uppliving.
- Mánadagin 13. nov: Vit fara við morgunflogfarinum frá Luxor og um Kairo til Kastrup og haðani til Føroyar og lenda ætlandi kl. 19.50.
Prísur: Dupultkamar 21.875
Einakamar 24.874
Við í prísinum:
-Túrurin frá Føroyum til Egyptaland um Kastrup og heim aftur. ( møguliga máltíðir umborð)
-Fult vistarhald
-Tvær innanríkisflogferðir
-5 stjørna cruise á Nilánni, hvar vit gista 3 nætur
-5 stjørna hotell
-Øll atgongugjøld og útferðir
-Drykkjupeningur til ferðaleiðara, bilførara, eyka gjald til floghavnir, eyka gjald til ferðatrygging ( Rejsegarantifonden)
-Oyrnatelefon
-Innferðarloyvi
Tilmelding í seinasta lagi 1. juli 2023
Áhuga eru vælkomin at seta seg í samband við:
Ingu Poulsen Dam tlf. 237336 ella t-post: ipd@kirkjan.fo
Marjun í Kálvalíð tlf. 237335 ella t-post: mik@kirkjan.fo