Skriva út

Tilfar

Her finnist ymiskt framleitt tilfar, sum kann vera hent til gudstænastu, eitt nú kirkjukalendari, bóklingurin Góð byrjan í byggimálum, deknabanki umframt oyðubløð.

Kirkjukalendari 2026

Sí kirkjudagar í kirkjukalendaranum

Tú finnur heitið á kirkjudøgunum í kirkjukalendaranum. Hareftir kanst tú leita í deknabankanum eftir degnum, og finna prædikur til dagin at nýta til deknagudstænastu.

Bíblia

Talgild útgáva av Bíbliunu

Uppskot til Bíbliulestur (og sálmaval) til kirkjuárið.

Altarbók
Sálmabókin

Talgild sálmabók

Uppskot til sálmaval (og bíbliulestur) til kirkjuárið.

Deknabanki við prædikum

Deknabankin er savn við prædikum, sum prestar hava hildið kring landið, og kann eitt nú nýtast sum íblástur til deknagudstænastu.

Í kirkjukalendaranum omanfyri her, finnur tú heitið á sunnudegnum, ( t.d. 15. sunnudagur eftir tríeindardag) Síðani ber til í deknabankanum at velja heitið á tí sunnudegnum og síggja prædikur, sum hava verið til dagin. Hesar kunnu nýtast til deknagudstænastur.

Tíverri eru ikki skrásettar prædikur til allar dagarnar. Tó er savnið umfatandi. 

Finn prædikur.

Uppskot til Starvsskipan fyri kirkjuráð

Uppskotið til starvsskipan er frítt at nýta og evt. tillaga til einstaka kirkjuráðið. 
Tak uppskot niður her:  Starvsskipan fyri Kirkjuráð

---

LL nr 27 frá 19 mai 2008 um kirkjuráð ásetur í §14 stk 4:
Kirkjuráðið kann gera starvsskipan, sum stiftsstjórnin góðkennir.
Kirkjuráð, ið er mannað við fleiri enn 6 valdum limum, skal gera starvsskipan. Er ikki semja um innihaldið í starvsskipanini, ella hvørt starvsskipan skal verða gjørd, kann málið verða lagt fyri stiftsstjórnina til støðutakan.



Uppskot til Starvsskipan fyri kirkjuverjar

Her finnist uppskot til starvsskipan fyri kirkjuverjar, sum til ber at tillaga um neyðugt. Sí uppskot her.

Les neyvari um starvskipan í Løgtingslóg um kirkjuráð:
§9 stk 3."Kirkjuráðið ger starvsskipan fyri starvsøkini hjá kirkjuverja, kassameistara og skrivara."

Uppskot til starvsskipan fyri kassameistarar

Sí uppskot her, sum til ber at tillaga um neyðugt. 

Les neyvari um starvskipan í Løgtingslóg um kirkjuráð:
§9 stk 3."Kirkjuráðið ger starvsskipan fyri starvsøkini hjá kirkjuverja, kassameistara og skrivara."

Oyðublað - Váttan kirkjuráðslima

Tak niður Váttan kirkjuráðslima til nýggjar kirkjuráðslimir at undirskriva.

Oyðublað - at loysa sóknarband

Finn oyðublað til at loysa sóknarband her

 

Oyðublað - at skipa kirkjuráðið

Tak niður oyðublað her, at skipa kirkjuráðsval. 
Oyðublaðið skal sendast til Próstadømisráðið umvegis stift@folkakirkjan.fo 

Bóklingur - Góð byrjan í byggimálum og øðrum broytingum í fólkakirkjuni

Her finnur ttalgildu útgávuna av bóklinginum Góð byrjan í byggimálum og øðrum broytingum í fólkakirkjuni.

Hetta er ætlað, sum ein yvriskipað vegleiðing í, hvussu farast skal fram, tá kirkjuráðið ynskir at útvega, broyta ella umvæla eitthvørt við kirkjubygninginum, innbúgvi, list, orgul, klokkur, el & innleggingar v.m.


 

Kirkjuráðsval - framløga

Framløga sum power point við tilvísingum í viðmerkingum

Framløga sum pdf fíla.